Eyðun Nolsøe og Jens Marni Hansen spæla tónleik í Klaksvík komandi vikuskiftið, umframt Synarchy, Hamferð og Earth Divide, men eisini vitjar Sidney Lee í Klaksvík Um tú ætlar í býin at hugna tær komandi vikuskiftið, so er Klaksvíkin avgjørt
euna vitjan verd.
Hetta vikuskiftið verður Klaksvíkin karmur um sera góðan tónleik, har lagt verður út
fríggjakvøldið við Eyðun Nolsøe, ið fer at spæla livandi tónar á loftinum í Club 700,
og til tey sum ynskja meira pumpandi dansitónleik, so verður eisini diskotek við
norðmanninum DJ-K1.
Leygarkvøldið verður byrjað við Pub-Quiz kl. 22:00, og síðani er tað Jens Marni
Hansen, ið fer at spæla livandi tónar á loftinum í Club 700.
Eisini verður diskotek, við DJ-X.
Ein serstøk vitjan verður í barrini. Gesta barrvørður leygarkvøldið er Sidney Lee,
sum flest øll kenna frá sendingini singleliv.
Í Kí Høllini fer Synarchy at hava útgávukonsert. Upphitingarbólkar verða bólkarnir
Hamferð og Earth Divide. Eisini verður DJ-Show við Dj-Sleis úr Fuglafirði.
Øll sum hava atgongumerki til Kí høllina leygarkvøldið, og kunnu prógva at tey eru
18 ár og eldri, hava somuleiðis ókeypis atgongd uppi í Club 700 alt kvøldið.