Serstakt føroyskt arvatilfar fyribeint

Áheitan á Helga Abrahamsen, vinnumálaráðharra, um at støðga fyribeiningini av føroysku stammuni av ælabogasílum

Eftir kravboðum frá føroysku myndugleikum verður stamman av føroyskum ælabogasílum nú fyribeind. 

 

Føroysku ælabogasílini eru eitt heilt serligt slag við einastandandi eginleikum, sum eru tillagaðir til serføroysk viðurskifti. Í yvir hálvthundrað ár eru sílini ment við tógvum stríði og nógvum almennum og privatum íløgum. Upprunaliga danska ælabogasílið var so at siga feskvatnsfiskur burturav. Í dag er føroyska ælabogasílið ein stovnur við heilt aðrari og eftirspurdari útsjónd og framúr eginleikum. Tað er lagað til serføroysk viðurskifti, til aling í sjógvi og til kræsnu gómar brúkarans. 

 

Føroysku ælabogasílini hava harmoniskt skap og vaksa sera skjótt, samstundis sum tey gerast seint kynsbúgvin. Skræðan er blonk, kjøtið í fiskinum er fast og sevjumikið og smakkar munandi betri enn á laksi. Ælabogasílini hava eisini sjáldsama góð evni at binda lit, so kjøtið lættliga fær júst sterka reydliga litin, sum flestu marknaðir eftirspyrja. Lívfrøðiliga er føroyski stovnurin av ælabogasílum framúr robustur og tolir stórar broytingar í umhvørvinum. Sílini eru mótstøðufør ímóti flestu sjúkum, ið raka laksafisk. 

 

Tann størsti afturvendandi trupulleikin við laksaalingini um allan heim er laksalúsin, ið hóttir alivinnuna. Av tí at lúsin ikki nervar sílini, eru tey lívfrøðiliga ein nógv meiri mótstøðuførur og burðardyggur alifiskur enn laksurin. Tí eru sílini eisini serliga væl egnað til vistfrøðiliga framleiðslu. Føroysku ælabogasílini kunnu harumframt eisini í framtíðini geva føroyingum fyrimun á nisjumarknaðinum við tað, at vit kunnu bjóða eina vøru, ið eingin annar hevur.

 

Føroyskir myndugleikar bundnir av altjóða sáttmálum

 

ST-matvørustovnurin, FAO, heitir á øll heimsins lond um at verja og varðveita gentilfeingið í teimum plantu- og húsdýrasløgum, sum eru serstøk í hvørjum landi sær. Sambært allýsingini hjá Nordisk Genbank eru føroysk ælabogasíl eitt serføroyskt húsdýraslag, tí tað í so mong ættarlið er alt í Føroyum.

 

Tað reisir spurningin, um ikki Føroya Landsstýri hevur serliga skyldu til at verja og varðveita føroyska stovnin av ælabogasílum, bæði eftir Riosáttmálanum um burðardygd og margfeldi, og eftir seinni viðtøkum í Norðurlandaráðnum um burðardygga menning.

 

Sum kunnugt byggir Riosáttmálin á ST-umbidnu Brundtland-frágreiðingina, ið lættliga umskrivað allýsir burðardygd sum rættin hjá verandi ættarliðum at gagnnýta tilfeingið uttan at forkoma tí og møguleikunum hjá framtíðar ættarliðum at gagnnýta sama tilfeingi.

 

Helgi Abrahamsen, Umhvørvis- og vinnumálaráðharri, fer í næstum at leggja uppskot fyri Føroya løgting um margfeldislóg, ið byggir á Riosáttmálan, sum Føroyar eru sáttmálapartur til, og á áðurnevndu allýsing av burðardygd. Tað heldur fremmanda orðið margfeldi merkir í grundini bara fjølbroytni ella ymiskleiki. Í stuttum hava Føroyar sum land, og vit sum borgarar, eftir Riosáttmálanum og komandi margfeldislógini, skyldu at verja og varðveita fjølbroytnið í okkara náttúru; bæði livistøð, plantu- og djórasløg og ymiskar stovnar við ymiskum gentilfeingi.

 

Ein serligur partur av hesum eru ald plantu- og húsdýrasløg. Meiri og meiri eintáttað kynbót (genetiskt úrval) í stórum alheims genfyritøkum ger arvatilfeingið alt meiri einstáttað. Tá nýggjar sjúkur og broytingar koma í veður- og hitalagi, er ikki sama breidd og mótstøðuføri í arvatilfeinginum til staðar. Sambært FAO er hetta ein av størstu hóttanum ímóti alheims framtíðar matvørugrundarlagnum.

 

Allar íløgurnar, sum privatir íverksetar og almennu Føroyar í yvir 50 ár hava lagt í at menna eginleikarnar hjá sílunum, verða nú í einum tveittar fyri borð. Við at beina fyri sílunum verður farið ímóti andanum í Riosáttmálanum, sum Føroyar eru sáttmálapartur til, og beint ímóti øllum, sum burðardygd, margfeldi og nýggj margfeldislóg standa fyri. Við at fyribeina ælabogasílunum taka vit, verandi ættarlið, møguleikan frá komandi ættarliðum at gagnnýta tilfeingið, sum vit sjálvi hava havt møguleika til at njóta.

 

Møguligar loysnir

 

Sum skilst er naggatódn komin í samskiftið millum myndugleikar og P/F Røkt, sum seinastu árini hevur havt ælabogasílini í varðveitslu. Tá Bakkafrost fyri fáum árum síðani avgjørdi at taka um endan við føroysku laksastammuni, fekk felagið undantaksloyvi til í eina tíð at hava laksin gangandi á Skálafjørðinum. Veterinert, og serliga í sambandi við lúsastøðuna, var hetta heldur ivasamt og vágið. Ælabogasílini eru nógv meiri mótstøðufør enn laksurin, og laksalúsin nørist ikki á teimum, so vágin er nógv minni við at lata eitt fyribilsloyvi á Skálafjørðinum ella aðrasteðs til sílini.

 

Roar Olsen