Serstakt møti og framsýning

Keldan, Skálafjørður: Komandi sunnukvøld verður enn eitt forvitnisligt møti í samkomuni.

Limirnir í samkomuni hava hesar seinastu tíðina havt eina serstaka 40 daga ráðstevnu við heitinum   "Eitt málrættað lív".
Tey eru nú farin at nærkast endanum á hesi ráðstevnuni, og sunnudagurin komandi verður tann næstseinasti sunnudagurin.
Til hetta møtið er evnið tænastur og her serliga tænasturnar í samkomuni um tænastur. Í hesum sambandi verða settir upp 22 básar í kafeteriuni í bygninginum sum ein kreativa framsýning av øllum tænastunum, sum longu nú eru í samkomuni.
Eftir møtið sunnudagin tá talan er liðug verður høvið at síggja hesa framsýning, har ein fær eitt yvirblikk av breiddini í samkomuarbeiðinum hjá Kelduni.
- Her kunna folk so ganga runt, hyggja og seta fram spurningar. Og kanska onkur verður vaktur upp at luttaka í onkrari tænastu, sum ein brennur fyri, sigur Pauli Høj, samkomuleiðari.
Henda framsýningin kemur at standa uppi til næsta vikuskifti.