Terje Kollsker
Psykologur á psykiatriska deplinum
Í grein í Dimmu 23. aug. »Russsisk rouletta við børnum« úttala limir í áhugafelagnum MBD/ DAMP seg um, hvat ætlaði serstovnurin ikki kann, og at tað ikki verður ein stovnur til børn við eini sjúkugreining samstundis sum felagið úttalar, at ongin serkunnleiki er til taks í Føroyum.
Psykologfakligi leiðarin á Psykiatriska Deplinum hevur í grein fyrr í vikuni upplýst um virksemi á deplinum, so mær nýtist ikki at taka uppí saman, men skal her í stuttum lýsa, hvat vit, sum hava arbeitt við álitinum um serdagstovn til børn upp til 7 ár, hava mett sum týðandi upptøkukrøv, altso, hvørji børn vit hava hugsað um.
Fyrst skal eg tó minnna á, at vit hava serkunnleika í Føroyum. Á teimum økjum hesin eigur at verða mentur, skal gongd setast á, sjálvandi. Við stovnsetan av ser-stovni er menning av fakligum serkunnleika í Føroyum eisini partur av íløguni. Tað er ikki bara innan fiskiídnaðin, at diskussiónin um útflutning ella viðgerð av rávøru hevur týdning fyri góðskumenning her á landi.
Børnini, ið eru ætlað at fáa gagn av serviðgerð á stovninum, eru børn við funktiónsólagi á tí sokallaða psyko-sosiala økinum. Børnini skulu vera psykologiskt kannað og mett til at hava neyðugan tørv á serligari viðgerð.
Avgerandi upptøkukrøv vera, at barnið hevur evnir innnan fyri sonevnda normaløkið, men við serligum trupulleikum á funktiónsøkjum, ið eru av avgerandi týdningi fyri samspælið við onnur og í menningini sum heild.
Nøkur eyðkenni fyri hesi børn vilja ofta vera, at tey hava ólag í evnunum til bindindi, hava lyndi til at hava ófrið á sær, kunnu vera brásint, hava ilt við fyriliti, koma ofta í konflikt og eru ofta fyri, at samskifti við onnur gerst sera negativt. Slíkar negativar lívsroyndir aftrat funktiónstrupulleikunum, setir barnið í stóran vanda fyri skaðilig árin á persónligu menningina, um ikki viðgerðartilboð er til taks.
Í nógvum førum fara hesi børn helst at hava eina diagnosu, ið er samsvar-andi teimum børnum oman fyri nevnda áhugafelag umfatar.
Í øllum førum skulu foreldrini samstarva tætt við stovnin. Foreldur at børnum við álvarsligum funktiónsólagi hava brúk fyri og gagn av hjálp av ymiskum slagi, eisini tey vælfungerandi foreldrini. Í onkrum føri kann talan vera um truplan foreldraførleika og onkuntíð kann væntast, at hesi børn longu eru í familjupleygu. T.v.s., at baklandi hjá børnunum kann síggja sera ymist út, hóast barnsins tørvur á viðgerð á stovninum er á leið tann sami.
Stovnurin fer tí eisini at hava sum uppgávu, at hava hjálparfunktiónir, ið eru rættaðar móti familjuni, júst fyri at gera viðgerðina av barninum so góða sum gjørligt.
Børnini, ið ætlandi skulu hava gagn av viðgerðini á serstovninum, skulu tískil fyrst lúka nøkur upptøkukrøv, har dentur er lagdur á serligt funktiónsólag hjá barninum - og ikki hjá foreldrunum. Síðani verður viðgerðin, primert tað serpedagogiska arbeiðið, sjálvandi í tráð við barnsins tørv. Aftrat hesum er upptøkukravið um tætt samstarv við foreldrini.