Seruminstituttið: Danmark kann lata meira upp

Statens Serum Institutt metir í nýggjari frágreiðing, at eitt nú sølumiðstøðir, bókasøvn og djóragarðar nú kunnu lata upp.

Statens Serum Institutt metir, at koronafarsóttin fer at doyggja út í Danmark sjálvt um meira verður latið upp í samfelagnum.

Tað sæst í frágreiðing undan politisku samráðingunum í kvøld um, hvussu Danmark skal latast meira upp.

Frágreiðingin lýsir bæði gongdina við farsóttini, núverandi tiltøkini og fleiri hugsaðar framferðarhættir um upplating.

– Samanumtikið er niðurstøðan, at tað er mest sannlíkt, at farsóttin fer at doyggja út av sær sjálvum, um samfelagið verður verandi stongt sum nú.

– Roknast kann eisini við, at farsóttin doyr út kortini við galdandi tiltøkum – treytað av at fólk halda frástøðu og halda fast um økta reinførið, stendur í frágreiðingini.

Galdandi tiltøk eru millum annað at sølumiðstøðir lata upp, ítróttu uttan áskoðarar, bókasøvn, djóragarðar og kritisk almenn arbeiðspláss sum Verjan og Arebiðseftirlitið.

Harumframt verður roknað við fleiri ymsum afturat tiltøkunum. Tað snýr seg um at lata 6. til 10. flokkarnir fara aftur í skúla eins og eftirskúlar, matstovur og fólk í privatari vinnu fara aftur til arbeiðis.

– Um tiltøkini vera víðkað vísa útrokningar, at talið av innløgdum á intensivu deildunum heldur fram undir 100 til endin av tí metta tíðarskeiðunum, skrivar Statens Serum Institutt.

Tað er avgerandi í útrokningunum hjá Statens Serum Institutt er, um vit halda frástøðu. Gera vit ikki tað, siga útrokningarnar, at innleggingarnar kunnu hækka.

– Tað hevur týdning at halda frástøðu og reinfrøi, skrivar Statens Serum Institutt.

/ritzau/