Servarin krassjaði – landsroyndirnar avlýstar

Beint áðrenn blaðið fór til prentingar fingu vit boð um, at landsroyndirnar, sum byrjaðu í morgun, longu vóru avlýstar.

Boð eru komin frá Menta­mál­a­ráð­num, at royndirnar eru avlýstar. Orsøkin er, at servarin krassjaði.
Tað er annars júst hetta, sum Føroya Lærarafelag hevur ávarað ímóti. Hesaferð skuldu royndirnar vera talgildar, og tí metti lærarafelagið, at krøvini fóru at verða ov stór.
Men hesum afturvísti Mentamálaráðið, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
Yvir 1.400 næmingar skuldu til landsroynd í dag.