Set Grønland undir umsiting fyri kynsliga misnýtslu

Danmark hevur ábyrgd yvir fyri børnum og barnakonventiónini, sum ikki verður hildin, sigur Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum.

Kynsliga misnýtt børn er framvegis ein stórur trupulleiki í Grønlandi.

Fimta hvørt barn sum er føtt í 1995 ella seinni hevur verið fyri kynsligum ágangi, vísa nýggj tøl frá Fólkakanning 2018.

Tað er serliga í Eysturgrønlandi at tað stendur illa til, hvar sløk helvtin av fólkinum undir 60 ár í Tasiilaq-økinum sigur seg hava verið kynsligum ágangi í uppvøkstrinum.

Tað kemur fram í einum DR-dokumentari, sum verður sýndur á DR í kvøld.

Donsku myndugleikarnir eiga at leggja hart uppi, heldur Søren Espersen, sum er framsøgumaður hjá DF í grønlendskum viðurskiftum.

Hann heldur, at Danmark skal seta Grønland undir umsiting.

– Grønlendsku myndugleikarnir hava spælt fallit. Danski staturin við skiftandi alamannaráðharrum hevur boðið sær til at hjálpa grønlendska sjálvstýrinum, men tey hava ikki tikið ímóti hjálpini.

– Danmark hevur ábyrgd í mun til børnini og barnakonvetiónina, sum ikki verður hildin, sigur Søren Espersen.

Hann heldur, at danski almannaráðharrin eigur at senda ein bólk av fakfólki til Grønlands – løgreglu, myndugleikar og almannastarvsfólk.

– Vit skulu gera tað sama, sum vit høvdu gjørt, um tað var í Vordingborg Kommune, sigur Søren Espersen.

Hann letur eisini upp fyri møguleikanum at tvangsflyta tey kynsliga misnýttu børnini til eina fosturfamilju í annaðhvørt Grønlandi ella í Danmark.

Tað uppskotið heldur ikki, sigur aðalskrivarin hjá Foreningen for Grønlandske Børn, Puk Draiby.

– Tað er absurd at hugsa, at tað er ein loysn. Tað vildi skatt barnið, sum er uppvaksið í grønlendskair mentan og tosar grønlenskt, sigur Puk Draiby.

Tað hevði eftir hennara tykki verið sum í 60, tá royndir vóru gjørdar at danisera grønlendsk børn við at senda tey til Danmarkar.

– Tað gekk illa hjá fleiri teirra, tí tey vóru skrødd upp við rót í Grønlandi, sigur Puk Draiby. Hon heldur ikki, at danskir myndugleikar við einum slag kunnu fara til Grønlands við eini loysni í kuffertinum.

Í staðin heldur hon, at trupulleikin skal loysast í Grønlandi, har tey í fjør gjørdu eina ætlan,"Strategi mod overgreb", sum skal ganga yvir fýra ár.

Samstundis arbeiðir Foreningen for Grønlandske Børn upp á at læra børnini at seta mørk og broyta tabu'ið um kynsligan ágang.

 

/ritzau/