Seta aftur seglini á Vinnuháskúlanum

Í vikuni setti Vinnuháskúlin aftur seglini eftir summarsteðgin. Vinnuháskúlin tekur lesandi inn tvær ferðir um árið.

Hesaferð mynstraðu 18 skipsførarar, 24 maskinmeistarar,  16 skiparar og aspirantar á Vinnuháskúlan. Tað eru umleið 200 lesandi á skúlanum.

 

Vinnuháskúlin arbeiðir miðvíst við at menna seg. Visiónin hjá skúlanum er, at útbúgva maritimar leiðarar í heimsklassa.

 

Eitt nú kann vísast á aspirantskipana, sum miðvíst verður ment. Vinnuháskúlin  hevur seinasta árið fingið starvsvenjingaravtalu í lag við danska tangaskipareiðaríið TORM A/S.

 

Við hesi reiðaríavtaluni eru samstarvsfelagarnir: P/F Thor, Smyril Line, Bakkafrost, Skansi, Vørn, Havstovan, SEV, MEST, KSS, KJ-Hydraulik, Standferðslan og TORM.

 

Ein afturvendandi siðvenja á Vinnuháskúlin er, at fara ein túr við Westward Ho við nýggjum lesandi.

 

Niðanfyri eru nakrar myndir:

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##