Seta álitið á útbjóðing í ár

-Tað vórðu boraðir seks brunnar vestan fyri Hetland í fjør fyri tilsamans 1 mia. kr. Eingin olja varð funnin. Henda sannroynd saman við einum sera lágum oljuprísi og tí veruleika, at Atlantsmóti er ?highrisk? øki er við til at skerja vónirnar til føroyska økið. Eg haldi tí, at tað er sera týdningarmikið, vilja føroyskir myndugleikar, at oljufeløgini framhaldandi vísa føroyska landgrunninum ans, at okkurt hendir tvs. at tað verður ein útbjóðing í hesum árinum

Jan Müller


-Vit vilja arbeiða saman við føroyskum vinnulívi so væl vit megna tað, men vit rokna við, at tað verður stjórnin, sum stingur politikkin út í kortið sigur kanningarstjórin í oljufelagnum Amerada Hess, Richard Hardmann, tá vit spyrja hann, hvørjar ætlanir felagið hevur at samstarva við føroyskar vinnulívsfyritøkur í sambandi við eina komandi útbjóðing.

Hvat heldur hann um ætlanina, sum hevur verið frammi um, at ein stórur partur av føroyskum vinnulívi ætlar at leggja øll eggini í eina kurv og binda seg til at samstarva við Saga Petroleum!

-Tað er ringt hjá mær at gera viðmerkingar til tað. Tí hetta er upp til Saga, til myndugleikarnar og til vinnulívið í Føroyum. Tað kann eydnast og tað kann miseydnast.

Richard Hardmann sigur, at tað vil virka arrogant, um ein heldur, at útlendingar kunnu koma til Føroya og siga føroyingum, hvat teir skulu gera. -Tað fær eingin meg til. Vit komu til Føroya fyri at læra um tykkum, tykkara siðir og gerandisdag og hvat tit ynskja - og ikki til at siga tykkum, hvat tit eiga at gera.

Richard Hardmann sigur, at tað, sum Amerada Hess og hini feløgini í samtakinum, Dong, Norsk Hydro og Lasmo vilja, er gjøgnum samarbeiðið - The Faroes Partnership - at fáa gjørt nakað skilagott, sum kann vera til felags gagn og ágóða.

-Hvør loysn heldur tú vera tann betra, Sagaloysnin, har tað eru privat feløg, sum gera avtalur við oljufeløg ella Statoilloysnin, har tað er eitt alment felag, sum ger avtalur við øll feløg og samtøk!

-Eg havi verið við til at byggja Saga upp, og maðurin, sum í dag stendur á odda fyri kanningunum hjá Saga her um leiðir, arbeiddi fyri meg fyrr.

Richard Hardmann var við at venja fólk upp hjá táverandi Saga í 1973 til 75, so hann hevur sæð, hvussu Sagamodellin er vorðin bygdur upp. Men hann ynskir ikki at gera nærri viðmerkingar.

Hann vísir á, at so leingi stjórnin ikki hevur sagt frá, hvønn politikk hon fer at reka á økinum, er tað skeivt av útlendskum oljufeløgum at siga føroyingum, hvat tey halda er best at gera.


97 dapurt ár fyri leiting

Annars vísir Richard Hardmann á, at ein eigur at ikki at vera alt ov bjartskygdur heldur um eina komandi oljuvinnu her um leiðir. -Boringin eftir olju vestan fyri Hetland í fjør var eitt stórt vónbrot, tí har varð ikki funnin ein tann einasta nýggj olju- ella gasskelda.

Boraðir vórðu seks nýggir brunnar í fjør og kostaðu teir oljuídnaðinum umleið 1 milliard krónur. -Amerada Hess var við í trimum av hesum boringin, so ein skilur, at hetta hevur kostað okkum nógvar pengar.


Ræður um at varðveita

áhugan hjá oljufeløgunum

Uppá fyrispurning, hvørji signal hetta gevur føroysku vónunum um eina oljuvinnu sigur Richard Hardmann, at hetta kann hava nógv at siga ella einki. Tað veldst um, hvar miðlinjan verður sett millum londini.

Richard Hardmann vísir á, at okkurt má henda fyri at varðveita áhugan hjá oljufeløgunum fyri Atlantsmótinum og sipar hann her m.a. til teir sera lágu oljuprísirnar. Hesir liggja um 15 dollarar fyri tunnuna og tað ger leiting í nýggjum økjum minni áhugaverda.

Hardmann dylur ikki fyri, at tað fyri føroyingar hevur stóran týdning, at fyrsta útbjóðingarumfarið verður í hesum árinum - rætt og slætt fyri at kunna varðveita áhugan hjá oljufeløgunum fyri økinum.

-Tað er fantastiskt at koma til Føroya. Vit veruliga njóta hetta landið og fólkið her býr. Men vit mugu hava nakað handilsligt at hava hetta í eisini. Tú kanst ikki bara siga við tínar stjórar, at nú fara vit til Føroya, um ikki onkrar vónir eru til steðar.


Bjóðið út í ár

Richard Hardmann heldur, at verður markið ikki ásett í ár, so eiga føroyskir myndugleikar kortini at umhugsa at bjóða út øki, sum ikki eru umstrídd. -Tað finnast rímuliga góðir blokkar, sum tó eisini eru knýttir at stórari risiko. Men lat meg undirstrika, at hetta er nakað, sum bara føroyska landsstýrið ger av. Men tá spurt verður um, hvat vit halda, so er greitt, at vit helst síggja eina útbjóðing í ár, soleiðis at vit kunnu varðveita áhugan fyri økinum.

-I think we are geared up for something towards the end of the year sigur Richard Hardmann.

Kanningarstjórin í Amerada Hess heldur annars, at tað ljóðar gott í hansara oyrum, at stig nú er tikið til eina politiska rundu í marknasamráðingunum. -Tað er helst besti mátin at loysa tað uppá í løtuni. Hevur tú ein trupulleika, so plagar tú at fara til oddamenninar.