Fiskur kemur nú aftur í aliringrnar á Miðvági. Tey fyrstu smoltini eru farin á sjógv, og tá liðugt er, verða umleið ein miljón fiskar í 16-17 ringum.
Tað sigur stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen. Tað er nevniliga Hiddenfjord, sum eigur og rekur alistøðina á Miðvági.
Smoltini eru rímiliga stór, tá tey verða sett út. Tey smæstu, sum verða sett út í hesum umfarinum, liggja um eini 200-300 gram.
- Fyrr í ár varð smolt sett í tríggjar ringar í Hestfirði sunnanvert Velbastað. Har vigaðu tey størstu umleið 750 gram, sigur Atli Gregersen.
Í samrøðu við heimasíðuna hjá Fiskaaling vísir hann á, at í Miðvági verða umleið 60.000 fiskar fiskar koyrdir í hvønn ringin.
- Gjørt er av at seta endaliga talið út í hvønn ringin sær beinanvegin, heldur enn at fylla nógv í ringarnar fyri síðan at flyta millum ringar seinni.
Atli Gregersen vísir á, at bæði fyrimunir og vansar kunnu vera við hesum.
- Á henda hátt slepst undan tí arbeiði, sum stendst av at skilja og flyta fiskin seinni. Hinvegin er brúk fyri meiri útgerð, reingerð av nótum og øðrum nú beinanvegin. Men soleiðis hava vit valt at gera tað, tí vit meta, at her eru fleiri fyrimunir enn vansar, leggur hann aftrat.