Ferðslutrygd
Vágs Kommuna fer nú undir eina roynd at fáa bilarnar at koyra spakiligari, sum koma inn í bygdina eftir landsvegnum koyra norðan av oyggj.
Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd hjá Býráðnum, sigur, at Býráðið fær ofta at vita frá fólki, sum búgva framvið vegnum, at bilarnir, sum koma inn í bygdina eftir landsvegnum, koyra mangan ov skjótt.
Tí hava tey ampa av at lata børnini verða úti, og tey hava heitt á kommununa um at seta ferðsluforðing upp, fyri at fáa bilarnar at koyra hampiligari.
Men kommunan kann ikki uttan víðari seta ferðsluforðingar upp á einum landsvegi og sostatt tarna flutningi á vegnum.
Hinvegin hevur býráðið samtykt at spyrja Landsverkfrøðingin um tað ikki ber til at seta ferðgáar upp á hesum vegastrekki.
Ein ferðgái er elektroniskt tól, sum mátar ferðina á bilinum og vísir ferðina á einum stórum ljósskelti, sum stendur við vegin og ger sostatt bilførarar varugar við, hvusssu skjótt teir koyra.
Hesir ferðgáar eru royndir aðrastaðni við sera góðum úrslitið, tí tað er heilt týðiligt, at tað hevur tálmandi ávirkan á bilførarar, at teir síggja á stórum skelti, hvussu skjótt teir koyra.
Býráðið ætlar ikki at keypa ferðgáa, men ætlar at fáa avtalu í lag við landsverkfrøðingin um at læna ein ella tveir ferðgáar at seta upp við bygdarmarkið og at royna skipanina, áðrenn støða verður tikin til keyp.