Seta ferð á fyri at fáa skúlan lidnan

Eftir summarferiuna næsta ár, sleppa børnini í Sunda Kommuna í ein spildurnýggjan skúla

Næsta ár skulu tey, sum búgva í Sunda Kommunu, rinda sama skatt, sum tey rinda í ár.

Tað er greitt, nú kommunustýrið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár

Sostatt verður skattaprosentið 21,5 prosent aftur næsta ár, og barnafrádráttur verður somuleiðis óbroyttur, ella 5.000 krónur fyri hvørt barnið.

Tann heilt stóra íløgan hjá Sunda Kommunu næsta ár, verður at fáa nýggja skúlan lidnan, soleiðis at hann kann lata upp eftir summarferiuna næsta ár.

Í tí sambandi eru 37 milliónir settar av til skúlan næsta ár. Tað eru góðar 13 milliónir meiri enn ætlanin var, men orsøkin til tað er, at arbeiðið er seinkað nakað í ár, og sostatt hava tey heldur ikki brúkt so nógv í ár, sum tey væntaðu.

Kommunan hevur lænt 70 milliónir til skúlan, og áður er upplýst, at hann kostar einar 95 milliónir tilsamans.

Tilsamans fer kommunan einar 90 milliónir inn í skatti næsta ár, og tá ið skúlin verður tikin í nýtslu, hevur kommunan eina skuld, sum er 0,8 álíkning.