Landsstýrið fer at leggja fyri løgtingið lógaruppskot um at seta úr gildi ”løgtingslóg nr. 66 frá 18. mai 2006 um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan”.
Sambært ólavsøkurøðu løgamns, so hevur uppskotið einans til endamáls at seta Hoyvíkssáttmálan úr gildi sum lóg í Føroyum. Orsøkin er, at mett verður, at sáttmálin er implementeraður í aðrari lóggávu – og tí hevur lógarbroytingin ongan týdning fyri sáttmálaviðurskiftini millum Føroyar og Ísland og tær altjóða rættarligu bindingar, sum eru galdandi millum londini sambært nevnda sáttmála.