ÓLAVUR Í BEITI
Signar á Brúnni hevur lagt uppskot fram um eftirskúlar í Føroyum, og í lógini verður sagt, at endamálið við lógini er at skipa viðurskiftini, áseta karmarnar og tann almenna stuðulin til eftirskúlar í Føroyum, soleiðis at áhugað kunnu fara undir virksemið. Og lógin er galdandi fyri eftirskúlar, sum undirvísa aldursbólkum samsvarandi 8.- 10. flokki í fólkaskúlanum. Høvuðsreglan er, at næmingarnir búgva á skúlanum.
Í viðmerkingunum sigur Signar á Brúnni, at í nýggju fólkaskúlalógini, er undirvísingarskyldan longd til 9 ár, og tí eru ásetingarnar í lógini, um at næmingar í 8. ? 10. fl. kunnu lúka undirvísingarskylduna á annan hátt, neyðugar. Tað ber illa til at noyða næmingar, sum av onkrari orsøk ikki trívast í fólkaskúlanum ella ikki megna at fylgja undirvísingini, at halda á, til 9 ára undirvísingarskyldan er lokin, uttan at hava serlig undirvísingartilboð at bjóða. Eftirskúli er tí ein góður valmøguleiki hjá hesum næmingum og er eisini nevndur í fólkaskúlalógini, uttan tó at nakar eftirskúli er í Føroyum.
Sjálvognarstovnar
Upplýst verður í viðmerkingunum, at lógin ásetir, at eftirskúlar verða stovnaðir sum sjálvsognarstovnar, har foreldrini, ein áhugabólkur, næmingar og starvsfólk manna stýrið. Stýrið er ovasti myndugleiki. Tað setir og loysir starvsfólk úr starvi. Rætturin hjá næmingum og starvsfólki verður tryggjaður á fleiri økjum, og mark verður sett fyri, hvussu lágt næmingatalið kann vera fyri at fara undir virksemið.
Og viðvíkjandi rakstrinum, sigur Signar á brúnni, at hann verður tryggjaður við stuðli frá landsstýri og kommunum eftir føstum reglum. Hesar reglur áseta stuðulin frá landsstýrinum til 70% av øllum rakstrarútreiðslum til skúla og skúlaheim. Samstundis verða latin 50% av byggiútreiðslum í rentu- og avdráttarfríum lánum. Til undirvísingaramboð verða latin 50% av kostnaðinum. Stuðulin frá landsstýrinum samsvarar við stuðulin til fólkaháskúlar.
? Kommunurnar lata 70% í stuðli til hvønn næming av tí upphædd, sum ein miðalnæmingur kostar kommununi í teirra egna fólkaskúla, sigur Signar á Brúnni..
Fíggjarligar avleiðingar
Verður lógin samtykt, skulu kommunurnar gjalda 70 % av rakstrarútreiðslunum fyri hvønn næming í fólkaskúlanum, og tað kundi tí hugsast, at talan var um eina sparing fyri kommununa, tá ið næmingar fara í eftirskúla í staðin fyri í kommunala skúlan, metir undirvísingarmálaráðharrin.
? Fara 100 næmingar í 2 eftirskúlar, og gjaldið verður ásett til 9.000 kr. fyri hvønn næming um árið, verður samlaða útreiðslan hjá føroysku kommununum 900.000 kr. um árið. Og landsstýrið ber eftir uppskotinum 70% av kostnaðinum av rakstrarútreiðslunum.
Menningartarnað
Eftir uppskotinum verður eisini møguligt hjá menningartarnaðum at fara á eftirskúla, og sambært eini kostnaðarætlan fyri eftirskúla, ið hevur kostdeild, eru mettu rakstrarútreiðslurnar uml. 5 mió. kr. Hetta er fyri ein skúla við 20 næmingum. Í hesum tølum eru leiguútreiðslurnar 120.000 kr., sum er ógvuliga lágt sett, sambært undirvísingarmálaráðharranum, men her eru ongar byggiútreiðslur.
Landsstýrisins partur hevði verið 70 % av rakstrarútreiðslunum, ella uml. 3,5 mió. kr.