Seta met í ár

Tey halda, at hetta er úrslitið av einum miðvísum ungdómsarbeiði

Higartil eru tríggjar summarstevnur avlýstar, men seinnapartin leygardagin skuldi ríðistevna vera við Leynavatn – og hon verður sum ætlað. Og fyrireikararnir fegnast um, at talið á rossum og reiðfólki, sum er við í ár, er tað mesta í hesi øldini.

 

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag fegnast serliga um, at tann størsti bólkurin er Tvíspor ung. Tey halda, at hetta er eitt gott tekn, tí tey halda, at hetta, er eitt úrslit av tí miðvísa ungdómsarbeiðnum, sum er farið fram hesi seinastu árini.

 

Kappingin í tvíspor ung er eisini sera hørð, tí har eru eini fýra ross, ið hava realistiskan møguleika at vinna, sigur felagið.

 

Eisini í bólkinum, Tvíspor l, eru fleiri ross, sum eru javnt góð. Føroyameistarin í fjør, Svanna hevur helst allar møguleikar at vinna, men tey vænta eisini at vinnarin á Leynavatnsstevnuni í fjør, Marengo, fer at taka dystin upp, og tað eru eisini onnur um boði til eitt pláss á  heiðurspallinum.