Seta ongar pengar av til eykaskip til Suðuroyar

Herjólfur er leigaður í eitt ár afturat, men eftir tað er støðan óviss

Enn er eingin avgerð tikin um, hvussu siglingin hjá Strandferðsluni ímillum Suðuroynna og Havnina, skal skipast hesi næstu árini. Smyril hevur verið í dokk í ein góðan mánað og hesa tíðina hevur Herjólfur røkt siglingina. Men tað hevur elvt til stóra misnøgd, tí hann er nógv minni enn Smyril, so nógv fólk hava setst aftur og tað hevur verið eitt hart hoyggj at draga at fáa neyðuga farmin fluttan ímillum. Yvirhøvur er farmurin vaksin so nógv í nøgd, at tað er ein trupulleiki hjá Smyrli og tí var upprunaliga endamáli við Herjólfi at sigla við farmi fyri at lætta um hjá Smyrli.

 

Ónøgdin við Herjólf hevur verið so stór, at tað fekk landsstýrismannin í fíggjarmálum, Una Rasmussen, at lufta tankan um at seta pening av á fíggjarlógini til at kanna málið um at fáa eitt varandi avloysaraskip afturat Smyrli – og sum skuldi vera á umleið sama stigi sum Smyril. Samstundis hevur Strandferðslan bara leigað Herjólf til í september næsta ár.

 

Men eftir september næsta ár, er støðan óviss, tí Landsstýrið hevur ikki sett nakran pening av til eitt varandi eykaskip til Suðuroyar – uttan at 8,5 milliónir eru settar av til at leiga Herjólf næsta ár. Men einki er sett av á langtíðarætlanini fyri 2024 og 2025. Eftir ætlan skal smyril aftur í dokk í 2025 og tá eru so aftur 30 milliónir settar av til avloysaraskip. Men fortreytin fyri at bíða í trý ár við at senda Smyril aftur í dokk, er, at ábøtur verða gjørdar bæði næsta ár og í 2024, og til tað endamálið hevur landsstýrið sett sjey milliónir av um árið næsta ár og í 2024.