Í avstralska býnum Brisbane vóna tey nú, at Wivenhoe Dam-byrgingin, sum bleiv bygd eftir eina stóra vatnflóð í 1974, er før fyri at tálma teirri vatnflóðini, sum ger um seg í hesum døgum.
Í gjár var sera nógv vatn oman fyri byrgingina, og fleiri bera ótta fyri, at hon fer ikki at halda, tí meiri vatn er á veg. Heldur byrgingin ikki, kann tað fáa óhugnaligar avleiðingar fyri Brisbane, skrivar Reuters. Tað ger ikki støðuna betur, at veðurmenninir hava sagt frá meiri regni.
Fyrradagin skolaði ein átta metrar høg flóðalda ígjøgnum býin Toowoomba. Har doyðu 10 fólk, men uppaftur fleiri eru ikki komin afturíaftur.