- Eg fari at áseta føroysku kvotuna av norðhavssild fyri 2013 í morgin sum ein annan dag. Vit hava arbeitt nógv við fíggjarkørmum og øðrum málum seinastu tíðina, og tí er ásetingin av sildakvotuni ikki framd í verki enn.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við Portalin í kvøld.
Fyri eini tíð síðan var landsstýrismaðurin til ráðførslu í uttanlandsnevndini um sildakvotuna og tilmælið, sum hann hevur fingið frá nevndini, er einmælt.
Sum landsstýrismaður er Jacob Vestergaard kortini suverenur og avgerðarrætturin um, hvussu stóran kvotupart Føroyar skulu hava av norðhavssild, liggur í hansara hondum.
Tá vit spurdu hann, um tað er einmælta tilmælið hjá uttanlandsnevndini, sum kanska er trupult at "takla", sigur Jacob Vestergaard, at hetta hevur einki við tað at gera, at hann enn ikki hevur ásett Føroyum sín part av sildakvotuni.
- Vit eru sannførd um, at føroyski parturin á góð 5% av eini heildarkvotu á 619.000 tons, er alt ov lítil. Ísland í vestri eigur 14.5% og Noreg í eystri eigur stívliga 60% - og millum hesi bæði londini liggja vit við stívliga 5%.
Jacob Vestergaard vil einki siga um, hvussu stóran kvotupart hann hugsar sær, at Føroyar fara at tilluta sær, men tað er greitt, at Føroyar í undanfarnu samráðingum ikki kundu góðtaka ein so lítlan part av norðhavssildini.
- Í ár hava so hini fýra londini gjørt semju. Tey eru ES, Noreg, Rusland og Ísland. Uttanfyri standa Føroyar. Tað eru tó ikki so nógv ár síðan, at Noreg ikki góðtók avtaluna og var uttanfyri eitt tíðarskeið. So, hetta er ikki púrasta óvanligt, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.