Seta sjøtul á stjórnarskipanararbeiðið fríggjadagin

Men allir flokkar hava ikki boðað frá luttøku.

Aksel V. Johannesen, Føroya løgmaður, sendi í gjár innbjóðing til politisku floksformenninar um at koma á fund fríggjadagin.


Tað er tó ikki nógvar upplýsingar, ið formenninir fáa um hvat tað er, ið tey skulu fundast um. Í innbjóðingini verður nevniliga einans staðfest, at talan er um ein fund um stjórnarskipanina.


Talan er um eitt av teimum meira tungu málunum, ið samgongan skal royna at fáa ígjøgnum, og hevur samgongan fyrr ført fram, at tað er ynskiligt við eini breiðari semju um stjórnarskipanina.


Men áðrenn fyrsti fundurin við floksformenninar er hildin, er líkindi fyri, at talan ikki verður um eina lætta semju. Tað er nevniliga ikki vist, at allir flokkar møta til fundin. Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, upplýsir fyri in.fo, at hann hevur boðað løgmanni frá, at um flokkurin ikki fær at vita hvat er á skránni fyri fundin, so møta tey møguliga ikki til fundar.


- Áðrenn vit boða frá luttøku, so mugu vit fáa at vita hvat fundurin snýr seg um. Vit vilja vita, um hendan stjórnarskipanin er innan ella uttanfyri ríkisgrundlógina. Hinvegin, um fundurin snýr seg um at finna útav tí, so er áhugavert at luttaka, sigur Bárður Nielsen.


Fundurin verður eftir ætlan í Tinganesi fríggjadagin.