Fyrireikingarnar til at út- og umbyggja ítróttahøllina í Skúlanum á Argjahamri, soleiðis at talan verður um eina heila ítróttarhøll, eru komnar so mikið væl áleiðis, at nú er klárt at seta spakan í.
Hóast arbeiðið ikki varð samtykt í býráðnum fyrr enn 26. februar, so verður spakin longu settur í hósdagin, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini, siga nøkur orð.
Høllin í Skúlanum á Argjahamri verður bygd út og um til eina ítróttahøll við 200 áskoðaraplássum, og skal í framtíðini kunna hýsa hondbóltsdystum og øðrum.
Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu síni, at arbeiðið verður framt í partalagi millum Tórshavnar kommunu, Sp/f MAP arkitektar, sum ráðgeva og Sp/f TG Verk sum arbeiðstakara.
Arbeiðið er mett at kosta umleið 18,5 milliónir krónur, og eftir ætlan verður fyrsti dysturin spældur í høllini í februar 2017.