Seta spakan í viðareiðisfarleiðina í dag

Klokkan 15 í dag verður spakin settur í nýggju viðareiðisfarleiðina. Hetta verður gjørt við hátíðarhaldi hvannasundsmegin nærindis smiðjuni hjá Landsverki í Hvannasundi.

Klokkan 15 í dag verður spakin settur í nýggju viðareiðisfarleiðina. Hetta verður gjørt við hátíðarhaldi hvannasundsmegin nærindis smiðjuni hjá Landsverki í Hvannasundi.

 

Tað var í seinnu helvt av februar í ár, at arbeiðstakarasáttmálin um nýggju farleiðina til Viðareiðis varð undirskrivaður av Landsverki og Samtakinum Articon & norska LNS í skúlanum á Viðareiði.

 

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, býður vælkomin, áðrenn spakin verður settur í. Síðani fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at siga nøkur orð.

 

– Aftan á hetta eru øll vælkomin at fáa sær kaffi og lætt ábit inni í smiðjuni hjá Landsverki í Hvannasundi, siga tey á Landsverki.