Seta trygdina hjá sínum egnu í vanda

-Við órímiligum krøvum seta fakfeløgini bæði trygdina hjá sínum egnu limum, og hjá sjómonnum sum heild, í vanda, heldur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri

Ein, sum er ómetaliga harmur um, at nýggja stásiliga vaktar- og bjargingarskipið, Brimil, ikki enn er sloppin til Føroya av ósemju um løn, er Jørgen Niclasen fiskimálaráðharri.

Higartil hevur hann ikki sagt so nógv um ósemjuna. Men í eini viðmerking til Sosialin sigur hann nú, at hann harmast, at fakfeløgini brúka hendan møguleikan í eini roynd at trýsta lønina upp.

-Fakfeløgini hava ikki dult fyri, at tey brúka Brimil sum eitt høvi til at royna at trýsta lønirnar upp. Úrslitið er, at tey hava kravt eina lønarhækking uppá 30-40% og tað er órímiligt, heldur fiskimálaráðharrin.

-Tað er eisini órímiligt at krevja, at lønin á Brimli skal vera 30-40% hægri enn á Tjaldrinum


Spæla við trygdini

Jørgen Niclasen heldur, at tað, sum fakfeløgini í veruleikanum royna, er at trýsta landsstýrið til at gera landskassan til eitt sjálvtøkuborð og tað ber ikki til.

-Avleiðingin av ósemjuni er, at skuldi nakað borist á, mangla vit eitt skip til at bjarga. Og tað er at seta trygdina á sjónum upp á spæl. Tað er trygdin, sum er tikin til gísla í hesum máli.

Hann sigur, at skuldi nakað borist á, ivast hann ikki í, at ábyrgdin fer at verða løgd á Landsstýrið.

-Men har eru vit í teirri merkiligu støðu, at vit fáa ikki røkt okkara uppgávur til fulnar.Vit hava tikið tað neyðuga stigið og hava bygt eitt skip, sum tað sømir seg eini siglandi tjóð sum føroyingum. Men vit fáa ikki brúkt tað, tí fakfeløg seta seg upp ímóti landsins myndugleikum.

Jørgen Niclasen vil ikki leggja seg út í, hvat lønin hjá manniningini á Brimli eigur at vera.

Men hansara staðiliga áheitan er tí, at partarnir vísa vilja og setast aftur til samráðingarborðið, tí tað er fyrsta treyt fyri at koma til semju.