Setanin av landsantikvari

Hóast nógv hava talað í málinum um setanina av nýggjum landsantikvari, stendur setanin við, og í løtuni bíða tey flestu eftir løgmanni

SAMANUM

Alt byrjar við, at Føroya Fornminnissavn í longri tí virkar uttan nakran fastan stjóra. Arne Thorsteinsson fer úr starvinum um árskiftið 2001-2002. Hann hevði tá í eina tíð verið í farloyvi. Símun V. Arge røkir starvið fyri Arna Thorsteinsson. Hann er eisini settur landsantikvarur, tá Mentamálaráðið 28. september lýsti í føroyskum og donskum miðlum eftir nýggjum landsantikvari. Ávís frávik eru í lýsingunum í Danmark og í Føroyum.
Tá umsøknarfreistin er runnin, 11. november 2002, eru átta umsøknir til starvið.
Ein setanarnevnd, mannað við Petur Petersen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra á Mentamálaráðnum, Petur Nolsøe, løgfrøðingafulltrúa í Mentamálaráðnum, og Andras Mortensen, starvsfólkaumboð fyri Mentamálaráðið, verður sett at viðgera umsøknirnar og gera tilmæli. Eftir ásetingunum í starvsfólkapolitikkinum hjá landinum er tað aðalstjórin, ið setir setanarnevndina. Sum siðvenja er, verður aðalstjórin sjálvur formaður fyri setanarnevndina.

Tvey tilmæli
Setananevndin fer síðani í holt við at viðgera umsóknirnar. Hon ger fyrst eitt tilmæli, sum einmælt innstillar Símun V. Arge til starvið. Sagt verður, at hesin hevur bestu fortreytirnar, og vantandi menningin av Fornminnissavninum seinnu tíðini ikki skyldast hansara arbeiði, men heldur fortreytunum.
Símun V. Arge er 22. november til fyrstu setanarsamrøðuna við setanarnevndin.
Landsstýrismaðurin, Annlis Bjarkhamar, sum í síðsta enda skal seta starvið, er tó ikki nøgd við tilmælingina. Hon biðjur um eina nýggja, har fleiri fyrilit eisini skulu takast av setanarnevndini. Nevndin so ger, men úrslitið er tað sama; Símun V. Arge er best skikkaður til starvið.
Annlis Bjarkhamar velur at taka málið í egnar hendur. Seinni grundgevur hon hetta stigið við at siga, at hon kendi ein iva á sær um setanina, og tilmælini frá setanarnevndini vóru ikki nóg greið.
Annlis hevur sjálv setanarsamrøður við Símun V. Arge og Steffen Stummann Hansen. Greitt er, at millum teir átta umsøkjararnar er Símun og Steffen nógv teir best egnaðu.
4. februar almannakunngerð Annlis Bjarkhamar, at Steffen Stummann Hansen er settur í starv.

Í miðlunum
Alt hetta, sum tit higarti hava lisið í hesari greinini, er nakað, sum er komið fram, eftir at setanin gjørdist alment kend.
Frá fyrstu løtu av skapti málið rok. Ein limur í setanarnevndini og fyrrverandi landsantikvrurin søgdu við Sosialin, at teir vóru ikki í iva um, at talan var um eina politiska setan.
Stutta tíð eftir, at tíðindaskrivið um setanina er sent út, so byrja ein longri røð av viðerkingum og lesarabrøvum.
Fleiri privatpersónar vísa á, at trúvirðið hjá setanarnevndini ikki er í lagi, og Annlis Bjarkhamar hevur tikið røttu avgerðina.
Seinni koma eisini løgmaður og Magistarafelagið upp í málið. Í tveimum skrivum til Annlis Bjarkhamar ger Magistarafelagi, ið fakfelag hjá Símun V. Arge, at felagið ynskir setanin ógildaða.
Annlis Bjarkhamar hevur allantíðina hildið fast við sítt, og hon eggjar til, at málið verður kannað óheft.
Nú bíða øll eftir løgmanni.

--
Mynd: Enn er Símun V. Arge stjóri fyri Fornminnissavnið, men broytist einki, so má hann læta Steffen Stummann Hansen sæti.