Serliga í Havn halda sethúsini somu søluprísir, sum í fjør, vísir uppgerð, sum Sparikassin hevur gjørt
? Tey feskastu hagtølini yvir sethúsasølur í Føroyum vísa í stuttum, at húsaprísirnir eru á leið á sama stigi sum somu tíð í fjør. Tað er greitt, hóast ábendingar og prát hava verið um búskaparliga afturgongd.
? Nýggju hagtølini fevna um handilin við sethúsum í fyrsta ársfjórðingi í ár. Uppgerðin, sum Sparikassin hevur gjørt, vísir, at sethúsaprísirnir flyta seg ikki nevnivert.
Prísurin á sethúsum í høvuðsstaðnun er kvinkaður uppeftir, men broytingin er lítil. Fyrsta ársfjórðing í 2003 var miðalprísurin á einum húsum í Havn 1.339.909 krónur, og uppgerðin fyrsta ársfjórðing í ár vísir, at prísurin er 1.390.231.
Bæði í størri og minni bygdum er prísurin farin nakað niður. Í størri bygdum var miðalprísurin fyri einum ári síðani 762.647 krónur, men nú er hann 558.030 krónur. Í smærri bygdum var miðalprísurin tann fyrsta ársfjórðingin í 2003 á 888.333 krónum, men fyrsta ársfjórðing í 2004 var prísurin 690.882 krónur.
Sethúsahagtølini vísa eisini, at 40 hús vórðu handlað fyrsta ársfjórðing í 2004, og tað er júst hitt sama sum tilsvarandi tíðarskeið árið fyri.
Alt árið í 2003 skiftu 172 hús eigara, meðan talið fyri 2002 var 188.
Tølini í uppgerðini hjá Sparikassanum umboða prísin á miðalsethúsum í fríum handli. Tey stava frá Tinglýsingini og eru viðgjørd á slíkan hátt, at tey geva eina mynd av kostnaðinum, sum vanlig sethús verða keypt og seld fyri.