Tá vit tosa við meklarafyritøkurnar fær tú ta kenslu, at sølan av sethúsum ikki er í minking, men heldur sveiggjar upp og niður. Og tað kann vera nakað um tað. Men hyggur tú at hagtølunum, so siga tey nakað annað.
Hannelina Mittún Jacobsen, stjóri í meklarafyritøkuni INNI, letur ikki so illa at. Hon heldur, at sølan er á einari leið.
- Vit selja ikki tað sama, sum vit hava gjørt, men vit hava eitt stórt og breitt úrval, og tí gongur sølan eisini nøkurlunda, sigur Hannelina Mittún Jacobsen.
Hon viðgongur, at prísirnir ikki hækka, og at teir eru nógv lækkaðir seinasta ársfjórðingin.
- Hinvegin hevur sølan av íbúðum undir Kongavarða gingið væl, og vit hava selt nógv í fyrsta byggistigi, sigur Hannelina Mittún Jacobsen.
Sambært ætlanunum skulu tey fyrstu flyta inn til jóla.
Stjórin í INNI sigur, at hendan ársins tíðin vanliga ikki er hásesong fyri sethúsasølu, og at tað í løtuni gongur eitt sindur trekt.
- Men útboðið er vaksandi, og vit hava eitt stórt og breitt útboð av bæði rað-, tví- og sethúsum umframt íbúðum og tað ger, at vit framvegis kunnu hava ein umsetning, sigur Hannelina Mittún Jacobsen.
Meiri á smærru bygdunum
INNI hevur deildir í Runavík og í Klaksvík, og gongdin seinastu tíðina hevur verið hon, at sølan av sethúsum hevur kvinkað upp eftir úti á smærru bygdunum, staðið nøkurlunda í stað í størru bygdunum, meðan hon er minkað í Havn.
- Tað hevur víst seg, at sølan er vaksin úti á smærru bygdunum, helst tí at húsini har eru bíligari. Men tað er eisini úti á smærru bygdunum, at prísirnir halda leguna, sigur Hannelina Mittún Jacobsen.
Hon sigur, at fíggajrkreppan, sum herjar um allan heim, eisini ávirkar her heima hjá okkum, og ávirkar okkara búskap soleiðis, at bankarnir gerast trekari at fíggja. Og tað gongur so aftur út yvir sethúsasøluna og meklaravirkini.
- Men hesir mánaðirnir eru teir myrku mánaðirnir. Tá vit koma út í februar mánaði byrjar at lýsna aftur, og so vaknar bæði fólk og fær. Og tá rokni eg við, at vit aftur fáa meiri at gera, sigur Hannelina Mittún Jacobsen.
Eisini hjá Skyn er eitt ávíst bjartskygni at hóma. Tí hóast sølan ikki er tað, hon hevur verið, so vísir Torgun Davidsen, stjóri, á, at árið í fjør var exeptionelt gott, og tí ber illa til at samanlíkna við 2007.
- Hyggja vit longur aftur eftir árunum undan 2007 síggja vit, at samanbera vit árið í ár við tað, so er sølan á nøkurlunda sama støði, sigur Torgun Davidsen.
Hon sigur annars, at oktober mánaði fyri teirra viðkomandi royndist munandi frægari enn november hevur gjørt higartil og tað vísir, at sjálvt í hesum tíðum er talan um sveiggj í søluni.
Vaksandi og minkandi
Venda vit okkum so móti hagtølunum, so er tendensurin púra greiður. Bæði sølan og prísirnir í Tórshavn og á størru bygdunum minkar, meðan gongdin í smærru bygdunum er hin øvugta.
Heilt frá 1994, tá húsaprísirnir vóru á sínum lægsta við einum meðalprísi í Havn á 527.715 krónur, er prísurin vaksin hvørt árið – við tveimum undantøkum – heilt fram til 2007, tá meðalprísurin fyri eini sethús í Tórshavn var komin upp á 2.309.648 krónur.
Meðalprísurin fyri tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár er 2.194.437. Tó skal viðmerkjast, at prísurin gjøgnum 2007 vísti minkandi tendensir við undantaki av triðja ársfjórðingi, tá prísurin setti met við 2.525.227 krónum í meðal.
Eisini meðalprísurin fyri sethús í størru bygdunum vísir somu kurvar sum fyri høvuðsstaðin. Eisini har setti meðalprísurin met í 2007 við 1.232.039 krónum. Hann er í triðja ársfjórðingi komin niður á 1.096.429 krónur.
Á smærru bygdunum er gongdin hinvegn beint øvugt. Har er bæði søla og prísir fyri uppeftir gangandi, og fyri triðja ársfjórðing er meðalprísurin fyri sethús á smærri plássunum farin upp um meðalprísin í størru bygdunum, nevniliga 1.176.250 krónur.
Hagtølini vísa, at um gongdin verður hin sama sum fyri fyrstu tríggjar mánaðirnar í fjórða ársfjórðingi, so fer sethúsasølan á smæru bygdunum at seta met. Størsta sølan higartil var í 2006, tá 87 sethús vórðu seld á smærru bygdunum. Sølan higartil í ár er 75, og við einfaldari framrokning endar talið á 100, men hinvegin hevur sølan verður støðugt minkandi gjøgnum árið. Hagtølini vísa tó, at fjórði ársfjórðingum seinastu trý út av fýra árunum hevur verið størstur í sølu.
Stagnerað
Tað er trupult neyvt at meta um útgreinað hagtøl, tí peningastovnarnir vilja ikki út við sínum hagtølum yvir veitt bústaðarlán. Hetta hevur nakað at gera við ikki at lata kappingarneytarnar vita, hvussu nógv teir fíggja.
Tó ber til á MFI-hagtølunum hjá Landsbankanum (hagtøl yvir samlað útlán, greinað yvir vinnu- og samfelagsbólkar) at síggja, at bólkurin »Húsarhald og felagsskapir« stendur í stað hvat útlánum viðvíkur.
Annan ársfjórðing 2007 kom samlaða útlánið til nevnda bólk upp um 8 milliardir krónur, og við árslok 2007 var hetta talið komið upp á 8,665 milliardir.
Men við endan av triðja ársfjórðingi í ár er hetta talið dalað niður á 8,601 milliard, og tað bendir tí á, at minni aktivitetur er á hesum økinum hjá peningastovnunum.
Eisini fyri »aðrir fíggjarstovnar«, sum fyri tað mesta snýr seg um Húsalánsgrunnin og formidling av realkredittlánum, hava útlánini verið í minking, men síðani fyrsta ársfjórðing 2006, tá hesi lánini vórðu komin niður á 269 milliónir krónur, er hesin postur kvinkaður upp eftir, til hann aftur toppaði í øðrum ársfjórðingi í ár við 284 milliónum.
Triðja ársfjórðing var samlaða lániupphæddin fyri hesi lán tó minkað aftur við trimum milliónum niður í 281 milliónir krónur.
Tað stutta av tí langa tykist kortini vera, at samlaða íbúðarsølan er í stórari minking, ikki minst takkað verið hækkaða livikostnaðinum við hægri oljuprísum, hægri rentum og dýrari matvøruprísum.
Tó tykist lýsa nakað í, tí allir nevndu bólkar eftir øllum at døma aftur eru í lækking, og tað er nakað, sum kann seta ferð aftur á sethúsasøluna.