– Vit eru til reiðar og verða villari sinnisliga. Eg lovi, at tað verður eitt brak av einum dysti.
Svein Rógvi Ljósstein er spentur. Í morgin kann hann vinna føroyameistaraheitið sum venjari hjá Stjørnuni. Kravið er, at Neistin fær ikki fleiri mál enn klaksvíkskvinnur, tá seinni finaludysturin um føroyameistaraheitið verður avgreiddur.
Stjørnan og Neistin spældu fyrru finaluna í høllini á Hálsi um vikuskiftið. Tá var dysturin rótutur. Fleiri av spælarunum á báðum liðum tóktust fjálturstungnar. Ræddust uppgávuna, onkursvegna. Óvanliga nógv mistøk vóru í álopsspælinum. Tað komu fá mál. Stjørnan vann 22-21.
Svein Rógvi Ljósstein heldur, at dysturin verður ikki øðrvísi hesaferð. Tað fer at snúgva seg um at vinna nærdystirnar. Liðið, sum fyrst sleppur av við nervarnar, vinnur, sigur hann.
– Eg vænti ein grótharðan dyst. Liðini fara at spæla hart. Tað ger einki, um Hondbóldssambandið setir 18 ára aldursmark, sigur Svein Rógvi Ljósstein, sum vissar um, at tað verður eitt finalubrak av teimum stóru.
Jacklin Durhuus, Neistin, sigur, at tær skulu ikki vera eins fjálturstungnar sum seinast.
– Fleiri av okkara spælarum royndu seg fyri fyrstu ferð í slíkum avgerandi dysti seinast. Tað merkist, tí nervarnir darvaðu spælinum. Tað eru fáar, sum spæla væl. Vónandi hava vit lært av dystinum, so vit sleppa undan tí hesaferð, sigur hon.
Brauer mansvard
Eitt av uppleggunum hjá Svein Rógva Ljósstein seinast var at mansverja Barbaru Brauer, sum hevur gingið fremst hjá Neistanum í hesum kappingarárinum. Tað riggaði væl. Hon fekk bara fimm mál, og tóku annars ikki stórvegis lut í álopsspælinum hjá Neistanum.
Hon verður eisini mansvard hesaferð.
– Eg vil sjálvsagt ikki avdúka ov nógv um okkara taktiska upplegg, men hon verður mansvard, sigur hann.
Jacklin Durhuus, Neistin, var toppskjútti við átta málum í fyrru finaluni. Hon sigur, at tær eru fyrireikaðar uppá, at Brauer neyvan fær stórvegis leiklut.
– Hon hevur verið mansvard í fleiri dystum í ár, so støðan er ikki ókend. Men vit skulu hava meira bit og hugflog í álopsspælið hesaferð. Tað var ov einstáttað seinast, sigur Jacklin Durhuus.
Christophersen stóran týdning
Durita Christophersen hevur vant við Stjørnuni í vikuni og verður við í morgin. Hon kom beinleiðis úr flogfarinum og í høllina á Hálsi seinast. Hon møtti, tá fyrri hálvleikurin var hálvrunnin. Nú spælir hon við fullari megi.
– Hon hevur serliga stóran týdning í verjuspælinum. Sum venjari veitst tú altíð, hvat tú fær frá henni á vøllinum. Hon loysir altíð sína uppgávu til lítar, sigur Svein Rógvi Nielsen.
Venjarin hjá Stjørnuni tekur fegin á seg leiklutin sum favorittur. Hann er eisini sannførdur um, at tað fer at eydnast at vinna føroyameistaraheitið í morgin. Neistin hevur ikki vunnið í KÍ-høllin í hesi øldini. Hagtølini er ein fyrimunur hjá Stjørnuni, heldur Svein Rógvi Ljósstein, tí Neistin veit, at tær plaga ikki at standa seg væl í Klaksvík.
Nú skal hinvegin røkka ella støkka hjá Neistanum.
– Tað verður ein sera torfør uppgáva, men vit vita, at tað er ikki ógjørligt. Tað er sjálvsagt best at spæla á heimavølli, men tað ber væl til at vinna Stjørnuna í Klaksvík, sigur Svein Rógvi Ljósstein.