Johan Mortensen, Valevni
---
Tað er paradoxalt at siggja øll Fólkaflokksvalevnini prýða okkara Býarbussar í hesum døgum. Fólkaflokkurin var sum kunnugt sera lunkaður tá Tjóðveldið á sinni fór at tosa um ókeypis busskoyring í Havn.
At vit hava ókeypis busskoyring hevur sera stóran týdning fyri okkum øll í Havnini og ikki minst hjá barnafamiliunum. Eisni hevur henda tænasta vakt ans uttanlanda har allir býarplanleggjarar nevna stóra tydningin av kollektivari ferðslu sum vegurin fram ímoti einum grønum samferðsluneti har eisni nytslan av el-bussum skal mennast.
So Havnarfólk, tað er Tjóðveldinum tit skulu takka fyri ókeypis bussarnar og Tjóðveldisflokkurinu fer eisini frameftir at tryggja ókeypis bussar. Fólkafloks cost benefit analysur sleppa ikki at slakta hesa skipan !
Ein atkvøða fyri Tjóðveldinum er TÍN atkvøða og TRYGD fyri ókeypis bussar næsta valskeið !