Øll tosa um bústaðarmarknaðin, og tað er gott. Vallyftið hjá Sambandsflokkinum um, at ungar familjur nú skulu hava møguleika at lána til eginfígging og at kunna taka av egnari pensiónsuppsparing til at keypa ein bústað, fer tó at pumpa enn meira pening inn í ein glóðheitan marknað. Tað fer ikki at ganga gott.
Hugskotið hjá Sambandsflokkinum um ein bústaðargrunn, har nýggir keyparar kunnu læna upp til 200.000 kr. í eginfígging, fer at trýsta prísin á íbúðum og sethúsum enn longur upp, tí útboðið á marknaðinum er alt ov lítið. Flokkurin lovar eisini 50 prosent av mánaðarliga pensjónsinngjaldinum sum løn í 10 ár. Tað fer at geva sama úrslit. Prísurin á íbúðum og sethúsum fer enn longur upp.
BÚSTAÐARMARKNAÐURIN ER Í UNDANTAKSSTØÐU
Tí má útboðið gerast størri. Helmingurin av teimum 20.000 húskjunum í Føroyum eru støk ella pør uttan børn. Vit vita, at fleiri vilja flyta í íbúðir. Fleiri almannagagnligar íbúðir mugu tí byggjast beinanvegin. Tey næstu 4-5 árini mugu tað almenna, kommunur og vinna taka lógvatak saman fyri at fáa bústaðarmarknaðin aftur á beint. Lands- og kommunalpolitikarar mugu seta sær sjálvum spurningin: Prestigubyggjarí ella bústaðir? Svarið er einfalt.
NØKUR ÁTØK KUNNU FREMJAST BEINANVEGIN
Tað tekur tíð at venda gongdini á bústaðarmarknaðinum. Nøkur átøk kunnu tó fremjast beinanvegin. Javnaðarflokkurin vil – umframt almannagagnligar bústaðir – avmarka stutttíðarleiguna á ein skynsaman hátt. Byggikunngerðirnar mugu hóska til føroysk viðurskifti, og so mugu vit geva kommununum neyðugu amboðini at fáa prísin á grundstykkjum niður. Hetta kann til dømis gerast við at stuðla byggibúning.
Fólk mugu eisini hava ráð at búgva í íbúðum. Javnaðarflokkurin vil tillaga leigumarknaðin, so leigan ikki hækkar meira enn prísvøksturin. Ein leigustuðul má eisini setast í verk.
Tað ber til at venda gongdini, um vit seta inn á nógvum økjum!
Gott val













