Jan Müller
Nú um dagarnar fór nýggja føroyska oljufelagið ?Atlantic Petroleum? undir at tekna partapening. Felagið setir álit sítt á, at so nógvir føroyingar sum gjørligt vísa hesum nýggja tiltakinum ans. Stórur dentur verður nettup lagdur á, at her er talan um eitt felag við føroyskum kapitali og áhugamálum.
Kjartan Hoydal, nevndarformaður sigur, at nú er hetta so nýtt og tí hava fólk helst ikki havt stundir at geva sær fær um, hvat hetta nýggja felagið ber við sær. Í vikuni høvdu umleið 50 fólk teknar partabrøv, men talan er mest um smærri upphæddir.
-Ynski okkara er, at nógv fólk eru við í felagnum, so tað kann vera eitt breitt og stórt felag. Ein bóklingur er farin í hvørt hús, sum greiðir frá felagnum. Men tað kann vera, at framferðarhátturin við at tekna partapening tykist mongum í so fremmandur. Tí fara vit í næstum at hava eina lýsingakampanju í fjølmiðlunum, har tað verður greitt nærri og betri frá, hvat Atlantic Petroleum stendur fyri og hvørjar møguleikar tað hevur at bjóða føroyingum, tá gongd kemur á eina føroyska oljuvinnu sigur Kjartan Hoydal.
Ætlanin er at tekna 10 mill. kr. í partapeningi. Higartil hava virki og einstaklingar tekna 25 mill. í partapeningi og er setningurin at røkka teimum hálvthundrað milliónunum.
Endmálið við P/f Atlants Kolvetni?, sum er føroyska heitið, er at vera við í eini komandi føroyskari oljuvinnu. Talan er um at vera við heilt frá byrjan og byggja upp vitan og royndir. Felagið fer at royna at fáa samstarv við útlendsk oljufeløg og samtøk, sum vilja vera við í eini útbjóðing við Føroyar.
Tað ber til at tekna partapening í felagnum á eitt nú peningastovnunum og tryggingarfeløgum kring landið.