Setningurin er at hugsa skjótt og arbeiða nógv

Føroysku spælararnir hava síðani mikudagin frískað uppaftur, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið teir í Sveis í fjør løgdu rygg til 6-0 tap, og teir halda seg vita, hvat teir skulu gera fyri, at talan ikki skal verða um endurtøku í dag

FØROYAR-SVEIS

Seinnapartin í dag fer fótbóltslandsliðið undir nýggja kappingarárið. Uppgávan er stór, og setningurin er greiður. Mikudagin hittust landsliðsspælararnir á Hotel Føroyum, har teir halda til inntil dysturin ímóti Írlandi er spældur mikukvøldið. Hósmorgunin vandu teir í Gundadali, hóskvøldið vandu teir á Svangaskarði, har dysturin verður spældur klokkan 16.30 í dag, og í gjár vandu teir aftur í Gundadali.
Ein partur av tíðini hevur verið nýttur at hyggja at video og uppfríska minnini, tá ið Føroyar 4. september í fjør løgdu rygg til 6-0 tap í Sveis. Semja er um, at tað skal ikki farast fram soleiðis hesa ferð. Spurningurin er so, um tað fer at hepnast.
- Tað hevur bæði verið næstan eyðmýkjandi og læruríkt aftur at verið vitni til tað, sum gekk fyri seg í Sveis. Teir vóru sera væl upplagdir og spældi skjótt og beinleiðis mitt fram eftir vøllinum, og tað stemmaði als ikki hjá okkum, staðfestir liðformaðurin á føroyska liðnum, Óli Johannesen, sum sjálvur higartil í ár hevur verið ógvuliga væl upplagdur í TB miðverjuni ? og eisini sum skarprættari í sambandi við deyðbóltsstøður.
Í føroysku leguni kenna teir reseptina at sleppa undan skrædli. Spurningurin er, um tað fer at eydnast at gera uppskriftina til veruleika á vøllinum.
- Teir dugu óvanliga væl at finna holini. Teir vóru skjótir fram á vøllin. Nógvir spælarar vóru við í álopunum, og teir fluttu seg nógv og skjótt. Í fyrstu atløgu fóru teir beint frameftir, og um tað í tøttum og skiftandi samanspæli á jørðini og mitt fyri ikki eydnaðist at skapa avgerandi møguleikan, so løgdu teir í borðini og so innfyri aftur, staðfestir liðformaðurin.
Hvat skulu tit so gera?
- Vit skulu vera byrgja væl fyri á miðásinum, liggja tættir í teimum á miðvøllinum, skáka teimum væl í borðunum, og so hevur tað sera stóran týdning, at sambandið millum keturnar verður gott.
Hetta ljóðar so líka til?
- Takið er at fáa tað at rigga á vøllinum, sum vit vita skal til. Tað hevur við skjótleikan og styrkina at gera. Tá ið vit vóru har niðri, minti spælið hjá teimum um tað, sum vit fleiri ferðir hava verið vitni til, at jugoslavarnir hava víst ímóti okkum. Teir hugsa skjótari, enn vit gera tað, og teir eru skjótari á bóltinum. Eitt nú ræður tað hjá okkum um at duga at lesa spælið og finna røttu støðurnar. Eg vænti, at tað fer at roynast væl, og eg haldi, at vit longu í fjør lærdu av mistøkunum, sum vit gjørdu í Sveis. Nakrar fáar dagar seinni spældu vit ein fínan heimadyst ímóti Fraklandi.
Føroyar og Sveis spældu 2. juni í 2001 á Svangaskarði. Ta ferðina var um reppið, at tað eydnaðist at fáa stig frá sveisarunum. Teir vunnu 1-0, og teir skoraðu málið í 81. minutti.
- Tann dysturin vísti, at tað ber til hjá okkum at fáa gott úrslit ímóti teimum, og stemmar tað hjá okkum hesa ferð, so er møguleiki fyri, at vit kunnu røkka uppaftur betri úrsliti. Vit plaga at fáa møguleikar at gera mál, heldur Óli Johannesen, sum í ár hevur vant ta verjuskipanina í TB, sum teir hava nýtt á landsliðnum, síðani Henrik Larsen gjørdist venjari:
- Eg veit ikki, um tað verður nakar munur, men tað átti at verið ein fyrimunur. Eitt stutt skifti, tá ið eg spældi niðri, vandu og spældu vit við flatari verju. Á Tvøroyri hava vit altíð spælt við aftasta manni. Í ár hava vit arbeitt nógv við verjuspælinum, og hóast eg ikki havi hugsað um tað, so kann tað væl vera, at tað fer at vera ein fyrimunur á landsliðnum.