- Vit fáa ikki ment Setrið við tí ferð vit kundu ætla okkum, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari, nú Setrið ikki fær umbidnu játtanina til virksemi næsta ár.
Hann vísir á, at nýggjar útbúgvingar eru byrjaðar í 2013, 2014 og 2015, og at tær taka nøkur ár, áðrenn fulli kostnaðurin av teimum er komin í skipanina.
- Um vit ikki fáa neyðugu játtanina at halda tað virksemi í gongd, sum er byrjað, so fær tað avleiðingar fyri Setrið, sigur hann.
Fróðskaparsetrið hevur fingið tillutað 96 milliónir krónur í fíggjarlógaruppskotinum, sum liggur í Løgtinginum í løtuni, umframt 5 milliónir til løgur til kampus. Í fjør var háttanin til rakstur 87,2 milliónir krónur, umframt 8 milliónir til løgur. Játtanin er økt nógv seinastu árini. Í 2010 játtaði løgtingið 67,5 milliónir krónur til Fróðskaparsetur Føroya, í 2011 kom játtanin upp á 70,7 milliónir krónur og í 2106 kom hon fyrstu ferð upp um 80 milliónir krónur. Tað árið játtaði løgtingið Setrinum 82,5 milliónir krónur, umframt 8 milliónir til løgur. Av teimum blivu tó einans 600.000 krónur brúktar.
Sigurð í Jákupsstovur hevur ávarað um, at hetta í evsta føri kann elva til, at Setrið má lata vera við at taka nýggjar næmingar inn komandi ár. Hann vil tí fegin hava eina broyting beinanvegin.
- Fíggjarlógin liggur í fíggjarnevndini í løtuni, og vit vilja gera vart við støðuna, áðrenn tann prossessin er komin alt ov langt. Tí er týdningarmikið at siga frá nú, sigur hann.
- Við áhaldandi ár um ár at játta ov lítið til Setrið, máar man støðið undan stovninum, og vit megna ikki at veita tær tænastur og ta undirvísing vit skulu. Tí siga vit frá nú, so vit kunnu fáa tað rættað, so vit eisini komandi ár kunnu halda somu kós, sum er góð og jalig, sigur rektarin á Fróðskaparsetrinum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Rás 2 gjørdi við Sigurð í Jákupsstovu.