Setrið skipar fyri almennum evnisfundi um COVID-19

Mikudagin 17. juni klokkan 16 skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum evnisfundi í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn

Evnið á almenna fundinum verður COVID-19, sum tíðliga í vár setti meginpartin av verðini í undantaksstøðu.

Seks serfrøðingar fara fyrst, hvør á sínum øki, at hava stutta framløgu, og síðani verður orðaskifti um, hvat vit hava lært higartil av tí støðu, sum COVID-19 hevur sett okkum í.

Framløgurnar verða fimm minuttir í part.

Avmarkað atgongd verður samsvarandi almennu tilráðingunum, men Setrið stroymir fundin á Youtube.

Skráin verður henda:

Klokkan 16:
Magni Mohr, prorektari fyri gransking bjóðar vælkomin.

Shahin Gaini, adjungeraður lektari í infektiónsmedisini:
“Jørðina runt í 80 dagar – frá Wuhan til Tórshavn”.

Debes Christiansen, deildarleiðari á patologisku kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:
“Frá ILA í laksi til koronavirus í menniskjum”.

Maria Skaalum Petersen, lektari í heilsuvísindum:
”Skuggatalið av korona í Føroyum”.

Heini í Skorini, adjunktur í altjóða politikki, ph.d.:
”Ímillum fólkaræði og serfrøðingaveldi: Fólksligur hugburður til vísindaligar myndugleikar undir korona-undantaksstøðuni”.

Katrin av Kák, námslektari í sernámsfrøði:
“Koronaskúlin – hvussu var hann?”.

Hannes Gislason, professari í kunningar- og samskiftistøkni:
”COVID-19 í Europa – frá Epidemi til Endemi?”.

Orðaskifti undir leiðslu av Brynhild Thomsen.

Ætlandi verður fundurin liðugur umleið klokkan 17.30.