Rólant Waag Dam
36 ára gamli havnarmaðurin Bogi Bech Jensen verður frá 1. januar 2014 professari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetur Føroya.
Harvið verður gransking og hægri útbúgving innan varandi orku ein størri partur av virkseminum á Setrinum. Tað kundi Hans Pauli Joensen, dekanur, boða frá týsmorgunin.
- Føroyar hava sum oyggjasamfelag serstakar avbjóðingar á orkuøkinum. Vit eru eitt landafrøðiliga avbyrgt samfelag, sum tørvar støðuga og trygga veiting av orku. Búskapurin er neyvt bundin at innfluttari olju, og samfelagið er viðbrekið fyri broytingum, ið henda í oljuframleiðslu og oljuprísi. Ein meiri sjálvbjargin ork-uveiting er treytað av, at vivt í størri mun kunnu gagnnýta varandi orkukeldur, vísti Hans Pauli Joensen frá Náttúruvísindadeildini á.
Sigurð í Jákupsstovu er rektari á Fróðskaparsetur Føroya. Hann vísir á, at orka og umhvørvi er nýtt satsningsøki hjá Setrinum. Tey fyrstu lesandi byrjaðu í august í ár.
- At professari nú verður settur gevur nýggja satsningsøkinum eitt munandi sterkari fakligt fundament, sigur Sigurð í Jákupsstovu.
- Í Føroyum er eingin miðvísur orkupolitikkur. Hetta er at undrast yvir, havandi í huga, at umleið fimta hvør innflutningskróna verður nýtt at keypa brennievni fyri. Innflutningurin í 2012 var uppá 1,3 milliardir krónur. Føroyska samfelagið er undir stórum trýsti at varðveita eitt kappingarført tænastustøði á hædd við londini kring okkum. Vit eru í støðugari kapping um menniskjaliga tilfeingið. Ein vaksandi fjøld av fólki arbeiða uttan fyri Føroyar av tí at arbeiðsumstøðurnar har eru betri. Tað er neyðugt at Føroyski arbeiðsmarknaðurin verður fjøltáttaður og styrktur og ein liður í hesum er, at menna gransking og útbúgving, førdi rektarin á Setrinum fram, áðrenn høvuðspersónurin sjálvur slapp til orðanna.
- Føroyingar rinda nógv fyri bæði olju og el. Kilowatt tímin er dýrur her, men eg havi ein dreym um, at tað kann gerast bíligari, segði nýggi professarin, og var skjótur at minna á, at hetta ein prísbroyting kortini ikki verður at síggja 2. januar 2014. Slíkt tekur langa tíð.
Ein framíhjárættur
Sum tað sæst aðrastaðni á hesi síðu, so hevur Bogi Bech Jensen drúgvar royndir – og hevur vunnið heiðurslønir fyri síni avrik. At koma heim til Føroya at arbeiða á Setrinum metir hann á ongan hátt vera eitt afturstig.
- Tað eru fáir granskarar, sum koma úr einum so lítlum staði sum eg, ið kunnu koma heim til eitt professorat. Persónliga er tað ikki eitt fet aftureftir. Tað er ein fantastiskur framíhjárættur at kunna koma aftur. Eg gleði meg til hetta. Og Føroyar eru so avgjørt áhugaverdar. Vit hava vind, aldu, sjóvarfall, regn og fjøll. El-netið er eisini lítið og viðhvæmt, so her er nógv, vit kunnu arbeiða við, sigur Bogi Bech Jensen.
[email protected]