Fríggjakvøldið var ein hending í Suðuroy, har ein kvinna hevði hótt eitt fólk eftir lívinum. Løgreglan er fáorðað um málið, men kvinnan varð handtikin og í gjár varð hon førd til Havnar.
Løgreglan sigur, at í gjárkvøldið varð hon sostatt førd fyri dómaran í Føroya Rætti og har varð hon varðhaldsfongslað í tvær vikur. Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at lýsa málið út í æsir og so verður støðan tikin til, hvussu farast skal fram í málinum. Løgreglan hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.