Í gjár varð eldur settur í ein bil hjá Tórshavnar kommunu. Ein maður varð stutt eftir handtikin og skuldsettur fyri eldsásetingina.
Tað eydnaðust monnum frá kommunui at basa eldinum, áðrenn sløkkiliðið kom á staðið.
Maðurin, ið er skuldsettur fyri eldsásetingina skal fyri í grundlógaravhoyring í dag.
Enn er ógreitt, hvør orsøkin var til, at maðurin valdi at seta eld á bilin.