Danska løgreglan roynir nú at finna tann, sum setti eina átta mánaðir gamla smágentu til sølu fyri 5.000 krónur á heimasíðuni hjá Den Blå Avis í gjár. Lýsingin stóð á heimasíðuni eina tíma og 20 minuttir, tá hon hvarv, skrivar Ekstrablaðið.
Løgreglan váttar, at hon kannar málið, men sigur samstundis, at hon vónar, at talan var um eitt heldur óvanligt slag av skemti. Men lýsingin kann eisini vera eitt slag av einum neyðarrópi, og tí er tað umráðandi at greiða málið, sigur løgreglan, sum biður fólk um hjálp.
Sambært tekstinum í lýsingini setti mamman ta átta mánaðir gomlu gentuna til sølu, tí hon megnaði ikki at forsyrgja henni longur.