Róðrarlíkindini vóru góð, og burtursæð frá at tað gekk ein løta frá tí, at barnaróðurin var av og til róðurin millum 5-mannafør við gentum, so eydnaðist tað væl og virðiliga at halda flaggtíðirnar.
Merkisvert var tað, at allir vinnararnir vóru teir somu, sum teir vóru á norðoyastevnu. Men tíðirnar bendu á, at tað kann roknast við onkrum nýggjum vinnara, tá ið tað leygardagin verður kappróður á jóansøku í Vági.
Áhugin millum áskoðararnar at síggja kappróður er stórur. Sambært fyrireikarunum, so vóru tað væl omanfyri túsund fólk í dýrdarveðrinum á havnarlagnum í Runavík. 843 rindaðu fyri atgongumerki, og so mong hava ongantíð áður goldið fyri at síggja kappróður á eystanstevnu.
80 manningar tóku lut í róðrinum ella 588 rógvarar, og allar manningarnar høvdu hjálparar, sum høvdu ábyrgd av at syrgja fyri at flyta bátarnar aftur og fram. Tá ið hesi verða løgd aftrat og tey, sum eru so ung, at tey ikki rinda fyri at hyggja at, eisini verða tald uppí, so man samlaða talið á teimum, ið vóru savnaði til kappróður leygardagin á eystanstevnu vera onkra staðni millum 1500 og 2000.
RSF tók sær av sjálvum kappróðrinum.
Kappróðrarfelagið NSÍ við formanninum Eiler Lamhauge á odda skipaði fyri øllum tí praktiska. Tað er eitt lið við nógvum royndum, sum hevur alt tað praktiska um hendi, og við góðum stuðli frá vinnulívinum í økinum gekk hetta upp á stás.
Úrslitini frá róðrinum eru at síggja á heimasíðuni hjá Róðrarsambandi Føroya