Settu smittumet í gjár

Smittutrýstið er nú 9,4 prosent og talið av smittaðum um dagin í miðal seinastu vikuna er nú komið upp á 233

Í gjár vóru 382 nýggir tilburðir við koronu staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

4082 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 1666 smittað, fimm eru innløgd, harav tríggir sjúklingar eru innlagdir av korona, og tveir eru innlagdir av aðrari orsøk.

 

Miðaltalið av smittaðum um dagin seinastu sjey dagarnar er nú komið upp á 233.