Tórshavnar Kommuna hevur í mong ár havt ein ávísan áhuga í at verja um umhvørvið. Tað eru fleiri ártíggju síðani, at slagorðið »Plantið eitt træ« fyrstu ferð var at síggja, eitt nú uppi í áskoðaraskýlinum í Gundadali.
Nógvu seinastu árini hevur kommunan eisini latið borgarunum teir sonevndu plantupakkarnar, við trimum-fýra ymiskum plantuvøkstrum, sum fólk síðani kundu prýða sínar urtagarðar og havar við.
Men seinastu árini hevur kommunan ynskt at gjørt meiri við júst umhvørvið, og annað árið á rað verður tí skipað fyri einari heilari umhvørvisviku.
Og tað verða nógv ymisk tiltøk á skránni.
- Vit ynskja fyrst og fremst at gera borgaran meiri tilvitaðan um umhvørvið, og geva tí størri als í gerandisdegnum, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Kommunu.
Brúkið bussin
Tá skipað verður fyri fokus á umhvørvið í eina heila viku, so eru nógv afturvendandi tiltøk sum »ikki slepst undan« í tí sambandi. Kendir eru teir sonevndu ruddingardagarnir, sum verða fyriskipaðir kring alt landið og av øllum kommunum minst einaferð um árið. Í Tórshavnar Kommunu verður ruddingardagurin leygardagin 12. mai, og verður hann fyriskipaður í øllum bygdunum í kommununi. Uttanfyri Havnina verða tað staðbundnu nevndirnar, ið skipa fyri.
Heitt er eisini á handlarnar um at rudda 9. mai, og skúlar og barnagarðar fara at rudda fríggjadagin 11. mai – sama dag, sum eisini umsitingin hjá kommununi fer at rudda.
Í sambandi við umhvørvisvikuna heitir fyriskipingarbólkurin á havnarborgarar um at lata bilin standa og heldur ganga ta vikuna – ella eisini taka bussin, sum tað jú er ókeypis at koyra í.
Tað merkir kanska ikki nakað kollveltandi fyri globalu upphitingina, um fólk lata bilarnar standa í størstan mun í eina viku, men so hava havnaborgarar í hvussu er gjørt ein »innsats« í so máta.
Kommunan hevur eisini sum omanfyri nevnt býtt út sonevndu plantupakkarnar, og tað verður eisini gjørt í ár. Til ber hjá borgarum í Havn at fara oman á Skálatrøð at fáa ein av teimum1000 pakkunum, ið har verðá býttir út. Eitthundrað pakkar verða latnir fólki í Kollafirði; tey fáa teir niðri við bátahylin. Í Nólsoy verða 80 pakkar til bygdarfólkið at fáa uttanfyri Matvørubúðina, og í Hesti kunnu fólk fara oman á havnalagið at ogna sær ein plantupakka. Á øllum støðum verður byrjað klokkan tíggju um morgunin.
Tiltøk fyri børn og vaksin
Brennistøðin á Hjalla eigur eina maskinu at knúsa greinar í, og hesar knústu spønir verða nevndar stroyggj. Maskinan verður sett upp á Skálatrøð, og har kunnu fólk so keypa stroyggj at nýta heima í sínum egnu gørðum.
Eitt annað tiltak, ið veruliga sameinir heilsu og umhvørvi, eru gongutúrarnir, ið skipað verður fyri komandi viku. Tveir eru á skránni sunnudagin 13. mai, tá gingið verður fram við Sandá saman við lívfrøðinginum, Finni Lützen, sum greiðir frá lívinum í og fram við ánni. Túrurin byrjar við vatnverkið í Havnardali og endar við Sjósavnið í Sandagerði; hann varar tríggjar tímar og kostar 50 krónur fyri vaksin.
Fyri fólk við barnavogni og fólk í koyristóli verður eisini skipað fyri túri. Byrjað verður uppi á Bøllureyni á Oyggjarvegnum og endað við vatnbrunnin í Villingardali. Møguleiki er at verða koyrdur niðan. Eisini har er kostnaðurin 50 krónur fyri vaksin.
So verður eisini sama dag skipað fyri túri við Norðlýsinum út í Koltur, har Bjørn Patursson, bóndi, greiðir frá. Drekkamunnur verður at fáa, og kostnaðurin fyri hendan túrin er 450 krónur fyri vaksin og 225 fyri børn.
Tilmelding til allar túrarnar fer fram á Kunningarstovuni áðrenn hósdagin á miðdegi.
Men skipað verður eisini fyri serligum tiltøkum í Müllers Pakkhúsi fyri vaksin og í Ítróttarhøllini fyri børnum.
Í Müllers Pakkhúsi verða fyrilestrar mánakvøldið við Mariu Dam, sum greiðir frá kanningum um dálkingarstøði á Havnarvág, og við Suna Petersen, ið tosar um burturkast.
Týskvøldið verður fyrilestur við Boga Hansen um, hvønn týdning veðurlagsbroytingarnar kunnu fáa fyri okkum, meðan Bjarti Thomsen greiðir frá vindorku-verkætlanini í Nólsoy.
Svimja á Havnarvág
Ítróttarhøllin á Nabb verður opin og allarhelst eisini full av børnum frá mikudegi til fríggjadag. Har verða hópin av tiltøkum allar dagarnar, ætlað børnum og í fleiri førum fyriskipað av børnum.
Nevnast kunnu Meyla og Jens Marni, sum fara at tosa um umhvørvið mikudagin og hósdagin, og fleiri kappingar verða eisini hesar dagarnar.
Somuleiðis verður avdúkað, hvør ella hvørji fáa stuðulin, sum Tórshavnar Kommuna letur til »grøn« tiltøk í kommununi.
- Kommunan hevur sett 239 túsund krónur av til serligan grønan stuðul, sum er ætlaður serligum tiltøkum til gagns fyri umhvørvið, sigur Elin Lindenskov.
Og avdúkað verður altso, hvør fær hendan stuðulin á umhvørvisvikuni.
Elin vónar, at hetta verður ein afturvendandi stuðul, og at hesin stuðul eisini kann verða við til at fáa ein dreym at ganga út: at tað verður møguligt at svimja á Havnarvág.
- Havnarvág er so dálkað í dag, at tað er ikki hugsingur um at svimja har. Nú veit eg ikki, um eg hevði farið at svomið á Havnarvág, men mítt ynski er, at vágin bleiv so rein, at tað hevði verið møguligt, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu- og unhvørvisnevndeini hjá Tórshavnar Kommunu.