Tað er Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein grein 52a fyrispurning um málið. Spurningarnir hjá løgtingsmanninum eru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir dagar vóru í fiskidagaskipanini í 1997, og hvussu nógvir dagar vóru í skipanini í 2023?
2. Hvussu nógvir húkar vórðu settir á landgrunninum í 2023 sammett við í 1997; og hvussu nógvir troltímar vóru á landgrunninum í 2023 í sammett við í 1997?
3. Er veiðitrystið á landgrunninum økt ella minkað hesi 26 árini frá 1997 til 2023?
4. Kunnu lágu landingartølini seinnu árini hugsast at hava nakað samband við veiðitrýst og friðaðar/stongdar fiskileiðir á landgrunninum?
Í viðmerking til spurningin vísir Bárður á Lakjuni á, at landingartølini – serliga fyri tosk og hýsu – hava ikki verið serliga høg seinnu árini, ikki minst tá sammett verður við t.d. góðu toskaárini 1996-1997.
– Javnan er frammi um niðurfiskaðar stovnar vegna ov høgt veiðitrýst, og ferð eftir ferð eru frægastu fiskileiðir vorðnar stongdar/friðaðar – serliga fyri trol. Onkrar av hesum søguliga bestu fiskileiðum hava verið friðaðar/stongdar í mong ár, sigur hann.
– Hesi átøk sýnast at vera besta – ella kanska at síggja til einasta – amboð hjá serfrøðini til tess at minka um veiðitrýstið og fáa fiskastovnarnar aftur at vaksa.
Tá friðað/stongt og avmarkað hevur verið í eftirhondini mong ár, og tað framvegis ikki sær út til, at landingartølini gerast hægri, so er tíð til at seta spurningar við átøkini, heldur hann.
– Hví kemur so lítið av fiski upp á land? Er veiðitrýstið ov høgt? Er tað vaksandi? Sýnast fiskastovnarnir at koma fyri seg við teimum átøkum, sum eru framd, spyr Bárður á Lakjuni.