SEV er í andróðri

- Tað ber snøgt sagt ikki til at spara seg burturúr so ógvusligum príshækkingum, sum gera um seg við oljuni í løtuni. Tað segði Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður hjá SEV á aðalfundi í dag. Tað er einki at taka seg aftur í, at stendur oljuprísurin við og versnar, verður neyðugt at hækka prísin á streymi enn meira.

So álvarslig er støðan hjá SEV, staðfesti Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður, á aðalfundinum í elfelagnum seinnapartin í dag.

- Tað ber snøgt sagt ikki til at spara seg burturúr so ógvusligum príshækkingum, sum gera um seg í løtuni, segði hann.

Nevndarformaðurin segði, at olja er nógv tann størsta einstaka útreiðslan hjá SEV. Í fjør brúkti felagið fyri einar 125 miljónir krónur til olju, og tað eru 50 miljónir krónur meira enn í 1999.

Hann segði, at 117 miljónir krónur eru settar av til olju í ár, men heldur oljuprísurin sær, verður talan um eina meirnýtslu á 30 miljónir krónur. Tað svarar til næstan helvtina av lønarútreiðslunum hjá elfelagnum.

Páll á Reynatúgvu segði, at sum gongdin er, gongur tøki peningurin hjá SEV undan - líkamikið, hvussu nógv verður spart.

- Verður prísurin á streymi ikki hækkaður, verður einki gjaldførisavlop av rakstrinum, og sostatt verður eingin eginfígging til ætlaðu íløgurnar, segði hann.

Páll á Reynatúgvu legði aftrat, at tað verður neyðugt at lána pengar til avdráttir av lánum, sum SEV hevur tikið.