SEV er í eini sunnari broytingartilgongd

Leivur Hansen, stýrisformaður

 

Ein broytingartilgongd er sett í verk í SEV, og tey, sum dagliga vara av hesi fólksins ogn, hava fingið høvi at hugsa um, hvussu virksemið í Elfelagnum verður skipað á skilabesta hátt frameftir. Eg skrivi hesar reglur í eini rættleiðing til handilsskúlastjóran og ein fyrrverandi umboðsnevndarformann, sum seinastu dagarnar eru komnir sum ketta burtur úr høvdatrogi í fjølmiðlunum, har teir hava eftirlýst broytingum í SEV, sum longu eru settar í gongd

 

SEV er farið inn í ein nýggja tíð, har broytingar, sum fáa felagsskapin til at vera meira nútíðarhóskandi, eru settar í gongd. SEV er ein lívæðr í okkara samfelag, og tí skulu broytingar fremjast við skili og ikki í skundi og óðum verkum.

Tað eru eftir øllum at døma nøkur, sum ikki hava fatað, at broytingar eru á veg, ella tey vilja ikki fata tað, tí broytingarnar verða ikki framdar eftir teirra høvdi. Reidar Nónfjall, handilsskúlastjóri, og Hans Tausen Olsen, fyrrverandi umboðsnevndarformaður í SEV, hava alment kallað SEV ein senilan felagsskap, teir eftirlýsa broytingum, og teir vísa á, at leiðslutrupulleikar eru rótin til, at SEV ikki flytir seg inn í nýggju tíðina. Fyrr nevndi hevur helst ikki fylgt við, hvat er farið fram seinnu árini, tí meginparturin av tí, sum hann reksar upp í sínum “snøgga” lesarabrævi í Dimmalætting 11. mai 2007, er antin sett í verk, ella er tað ávegis.

Handilsskúlastjórin er í hesum høpi funnin fressur hjá fyrrverandi umboðsnevndarformanninum. Hann roynir at gera orð skúlastjórans til síni egnu í eini roynd at káva út yvir síni vánaligu úrslit í SEV, har Hans Tausen Olsen var umboðsnevndarformaður í 13 ár uttan at megna at fremja munagóðar broytingar.

Tað loysir seg neyvan at brúka meira tíð og orku upp á hesar báðar, tí teir tykjast grunda sína støðu á ein neiligan hugburð, og tí er tað helst sum at sletta vatn á gás. Lat meg heldur stutt greiða frá teimum broytingum, sum eru á veg í SEV.

 

Broytingar ávegis

Stýrið hevur eftir tætt samskifti við kommunurnar og umboðsnevndarlimir lagt eitt uppskot fyri umboðsnevndina, sum hevur til endamáls at gera SEV smidligari og meira tíðarhóskandi.

Ætlanin er at skipa Elfelagið eftir partafelagslíknandi leisti frá 1. januar 2009. Sambært uppskotinum heldur SEV kortini fram sum lutafelag, men stýrið verður umskipað til eina nevnd eins og í partafeløgum.

Uppskotið inniheldur fimm høvuðsbroytingar. Umboðsnevndin verður broytt til partafelagslíknandi aðalfund, har hvør limakommuna møtir við eini fulltrú og við einum atkvøðutali, sum verður sett í mun til fólkatalið í kommununi. Tað verður bert ein ársaðalfundur, og aðrir fundir av slíkum slagi verða at rokna sum eykaaðalfundir.

Stýrið verður broytt til eina nevnd við 11 limum, sum verður vald á aðalfundinum. Hvørt øki í landinum velur sítt ella síni umboð. Skotið verður upp, at Norðoyggjarnar fáa tveir nevndarlimir. Eysturoyggin - tá er Sunda Kommuna ikki íroknað - fær tveir limir í nevndina, og Norðurstreymoy - tá er Sunda Kommuna íroknað - fær ein nevndarlim. Vágar, Sandoyggin og Suðuroyggin fáa eisini hvør sín nevndarlim, og Tórshavnar Kommuna fær tríggjar nevndarlimir.

Heimildirnar at taka avgerðir um fíggjarætlanir verða fluttar frá umboðsnevndini, sum verður skipað sum aðalfundur, til stýrið, ið verður skipað sum ein nevnd.

Veðhaldsskyldurnar, sum limakommunurnar hava, verða strikaðar, men veðhaldsskyldan, sum limakommunurnar hava vegna felagið mótvegis starvsfólkunum stendur við.

Stýrið hevur arbeitt við uppskotinum til bygnaðar- og viðtøkubroytingar síðani umboðsnevndarfundin 28. apríl í fjør. Sambært galdandi viðtøkum skal nýggj umboðsnevnd taka við 1. januar 2009 eftir bý- og bygdaráðsvalini á heysti 2008. Tí er hóskandi at seta nýggju skipanina í verk tá, men harumframt gongur skiftistíðin í uppskotinum til elveitingarlóg eisini út 1. januar 2009.

Stýrið legði uppskotið fram á umboðsnevndarfundi 27. apríl og mælti samstundis umboðsnevndini til at útseta støðutakanina til ein komandi eyka umboðsnevndarfund eftir summarfrítíðina. Stýrið heldur, at umboðsnevndarlimir og kommunustýrislimir kring landið eiga at fáa góða tíð at viðgera uppskotið. Umboðsnevndin hjá SEV samtykti at útseta málið um at taka støðu til uppskotið á komandi fundi.

Allir partar hava nú høvi at meta um uppskotið og koma við broytingum. Tað frøir meg, at vit eru komin so langt, tí tey árini, Hans Tausen Olsen var umboðsnevndarformaður, var ógjørligt at fáa umboðsnevndina at viðgera munadyggar bygnaðarbroytingar.

Eg gjørdi mína fyrstu roynd at broyta SEV, tá eg sum borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu og sum næstformaður í Kommunusamskipan Føroya mælti til at broyta Elfelagið til eitt partafelagslíknandi felag. Men tá var Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformaður, ein av harðastu mótstøðumonnunum. Eg havi síðani - sum kommunustýrislimur, umboðsnevndarlimur og seinastu tvey árini sum stýrisformaður í SEV - miðvíst virkað fyri broytingum. Eg kann bara fegnast um, at Elfelagið nú er komið inn í eina sunna broytingartilgongd, sum óivað fer at gagna okkara samfelag og komandi ættarliðum.