SEV fingið nýggjan motor


 

SEV fekk mánamorgunin ein nýggjan motor og ein nýggjan generator, sum stórur tørvur er á, nú orkunýtslan í Føroyum er í vøkstri.

Eitt farmaskip legði at í havnini á Sundi, har motorurin varð settur á land. Motorurin skuldi fáast undir tak seinnapartin mánadagin, og tað er ein donsk flutningsfyritøka, ið tekur sær av flutninginum.

Motorurin er av slagnum Caterpillar Mac, og hann hevur 8,1 megawatt, ið svarar til 11.000 hestakreftir. Áðrenn varð koyrt einans koyrt við eini 5 megawattum á verkinum. Motorurin vigar 120 tons, meðan generatorurin vigar 54 tons.

Jákup Sørensen er 1. meistari á verkinum inni á Sundi, og hann heldur, at nýggi motorurin kom í tøkum tíma, og útskiftingin var tiltrongd.