Hetta varð greitt, tá tilboðini upp á at gera nýggja vindorku vórðu handað og latin upp á skrivstovuni hjá Elveitingareftirlitinum á Skálatrøð 20 í Havn á middegi.
Tilsamans komu sjey tilboð inn frá trimum feløgum. Umframt tvey tilboð frá SEV, komu fýra tilboð inn frá sp/f Røkt og eitt frá P/F Effo og sp/f Navia.
Elveitingareftirlitið undangóðkendi í august í fjør fimm umsøkjarar til tey 3 MW av nýggjari vindorku, sum boðin vórðu út í hesum umfari, men tá ið umsóknarfreistin var úti kl. 12 í dag, vóru tilboð bert komin frá trimum feløgum.
SEV bjóðar sær at lata streym frá trimum 900 KW vindmyllum í Hoyvíkshaganum fyri 40 oyru fyri kilowatttíman. Í øðrum lagi bjóðar elfelagið sær at lata streym frá trimum myllum í Neshaga (har felagið frammaundan hevur fýra myllur) fyri 41 oyru fyri kilowatttíman.
Effo og Navia bjóða sær at lata streym frá trimum myllum í Neshaga fyri 47 oyru fyri kilowatttíman fyrstu fimm árini og 54 oyru fyri kilowatttíman frá 6. til 20. árið.
Tey fýra tilboðini frá Røkt fevndu um Neshaga, Norðihaga í Kvívík, Mittasta Reyn (nærindis verandi myllum hjá felagnum á Mýrunum í Vestmanna) og á Mýrunum. Her lá prísurin millum ávikavist 51, 49,5, 53 og 54 oyru fyri kilowatttíman.
- Enn er kortini ikki greitt, hvør ið verður endaligur vinnari av útbjóðingini. Prísurin avger ikki hetta einsamallur, legði Ari Johanneson, ráðgevi á Elveitingareftirlitinum, dent á, eftir at tilboðini vóru latin upp.
Sambært útbjóðingartreytunum verður loyvi veitt tí umsøkjara, sum gevur tilboð um lægsta prís, hevur bestu teknisku loysnina og hvørs virkislýsing verður mett sannførandi og sterk.
Viðvíkjandi teknisku loysnini verður serliga mett um í hvønn mun ætlanin kann viðføra høga gagnnýtslu av vindorkuni, veitingartrygd og elgóðsku.
Elveitingareftirlitið fer nú saman við serfrøðingum at nærlesa øll sjey tilboðini, har viðgerðin verður bygd á eina heildarmeting, har omanfyrinevndu metingarstøði verða týðandi partar í viðgerðini.
kelda: www.sev.fo