Tað er nú greitt, at elfelagið, SEV, er við í kappingini um at fáa umhvørvisvirðislønina í ár, sigur Norðurlandaráðið á síni heimasíðu.
Tað er greitt, nú freistin at lata inn uppskot til virðislønina, er farin og tað er uttan iva arbeiðið hjá SEV at menna vindorkuna í Føroyum, sum ger sítt til, at SEV er eitt av uppskotunum til virðislønina.
Men SEV er í harðari kapping, tí hini Norðurlondini hava sent inn tilsamans 46 onnur uppskot um, hvør eigur at fáa virðislønina.
Talan er um býir, kommunur, fyritøkur og felagsskapir og úr Danmark eru ellivu uppskot, úr Finnlandi eru níggju uppskot, úr Noreg eru sjey uppskot, úr Svøríki eru 14 uppskot til virðislønina, og úr Íslandi eru trý uppskot. Somuleiðis er eitt uppskot úr ávikavist Grønlandi og úr Álandi.
Evnið fyri virðislønina hesa ferð, er veðurlagsútlát og virðislønin verður latin einum virki, einum fólki, ella einum felagsskapi, sum á undrunarverdan hátt hevur virka fyri at minka um veðurlagsútlátið í Norðurlondum,
Nú fer so ein dómsnevnd við umboðum úr øllum Norðurlondum, og teimum sjálvstýrandi økjunum, at meta um uppskotini og 12 juni verður avdúkað, hvørji av uppskotinum eru við í sjálvari finaluni.
Og hvør fær virðislønina, verður avdúkað á stórfingnum hátíðarhaldið í Hørpuni í Reykjavík tann 27. oktober.