SEV latið 2000 litrar av olju á Kaldbaksfjørð

Eini tvey kubikk av olju eru í nátt farin á Kaldbaksfjørð. SEV eigur oljuna, sum av misgáum er farin á sjógv. ? Tað var ein samanseting av menniskjaligum og tekniskum feili, ið var orsøkin, sigur Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV Í morgun lá ein filmur av olju eftir tí mesta av Kaldbaksfirði. SEV átti mistakið, ið hevði við sær, at ein heilt stór yvirbunkring varð gjørd, tá olja skuldi flytast úr goymslutanganum í dagstangan á Sundsverkinum.

Fyrr í dag greiddi Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV, frá, at talan helst var um einar 50 litrar av gasolju - ella diesel - sum vóru farnir á sjógv.

Men talan er um eina nógv størri mongd.

- Teir hava funnið fram til, at talan helst er um eini tvey kubikk av olju, ið eru farin á sjógv, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri í Havn. Sløkkiliðið stendur fyri upptakinum.

Meira um hetta mál, í Sosialinum í dag og á Rás2 klokkan 11.