SEV má endavendast

Broytingar mugu gerast í SEV fyri at tryggja, at vit ikki aftur koma í eina støðu sum hesa, sigur Kim Durhuus, sum er valdur til stýrisformann

 
 
SEV

 
- Hetta kann ikki halda fram.
Kim Durhuus, sum nú er valdur til nýggjan stýrisformann í SEV, sigur, at fløjkan, sum nú er í elfelagnum, er eitt prógv um, at tað viðurskiftini í SEV mugu takast upp til viðgerðar av nýggjum.
Hann hugsar serliga um reglugerðina fyri felagsskapin.
­- Reglugerðin hjá SEV er nýggj, men støðan, sum vit hava verið í seinastu dagarnar, vísir, hvussu umráðandi tað er hon verður tikin upp til viðgerðar av nýggjum. Sostatt er tað neyðugt at endurskoða reglugerðina og at nágreina ymisk viðurskifti í henni.
Tað, sum er hent hesar seinastu dagarnar, er, at stýrið hevur skipað seg av nýggjum og at stjórin hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn.
Men minnilutin í stýrinum góðtekur ikki hesa avgerð og hevur tí skotið hana inn fyri umboðsráðið.
­- Tað er rætt, at minnilutin hevur møguleikan at skjóta avgerðir inn fyri umboðsráðið. Men tað er anlt annað enn vist um minnilutin hevur heimild at skjóta eina avgerð sum hesa inn fyri umboðsráðið.
Kim Durhuus sigur, at tá ið minnilutin fekk hesa heimildina at skjóta avgerðir inn fyri umboðsráðið, var tað ikki meiningin, at allar avgerðir skuldi kunna skjótast inn fyri umboðsráðið.
- Tað var ikki ætlanin, at vanligar avgerðir, sum mugu sigast at hoyra undir daglidagin, skuldi kunna skjótast inn fyri umboðsráðið.
Hann sigur, at ætlanin við hesi heimildini var, at tók ósemja seg upp um stórar avgerðir, sum bundu SEV fíggjarliga, skuldi minnilutin hava ta verju, at hann kundi sjóta avgerðina inn fyri umboðsráðið.
Tað var ikki ætlanin at umboðsráðið skuldi órógvast við einum máli um at skipa stýrið.
Tí er tað í hansara hugaheimi als ongin ivi um, at tað er hann, sum er stýrisformaður í SEV, tí tað stendur í reglugerðini, at stýrið skipar seg sjálvt.
Tað stendur eisini, at tað er stýrið, sum setir stjóran og sum loysir hann úr starvi.
Tað er løgfrøðingurin hjá  teimum samdur í.
Aðrir løgfrøðingar halda hinvegin, at tá ið málið verður skotið inn fyri umboðsráðið, koma ongar broytingar at henda, fyrrenn umboðsráðið hevur talað.
- Bara tað, at løgfrøðingar eru ósamdir um eitt mál, sum hetta,  er prógv um, at tað er neyðugt at endurskoðað reglugerðina og at gera hana greiðari, so at vit ikki einferð afturat enda í eini støðu, sum hesari, sigur Kim Durhuus.
- Hetta er eitt mál, sum umboðsnevndi má taka upp í næstum. Í hesum sambandi má gerast greitt, hvørjar avgerðir i stýrinum, kunnu kærast fyri umboðsnevndini og hvørjar kunnu ikki.
Samstundis hevur Landsstýrið boðað frá eini nýggjari elveitingarlóg og eisini í tí sambandinum er neyðugt at endurskoð SEV.
Akkurat hvar tað skal bera í sær, veit hann ikki enn, men SEV má lagast til lógarverkið og so veldst um, hvussu broytingarnar verða.
Hann vil kortini ikki siga nakað um orsøkina til, at meirilutin í stýrinum vil hava stjóran frá.
- Hann hevur nú fingið eitt ætlanarskriv og tað eigur at ganga sína gongd í friði og náðum, sigur Kim Durhuus.