SEV í mótstreymi

Fólk úr Funningsfirði mæla nú eisini ímóti SEV-útbyggingini í oynni. Í hølunum á mótmælisskrivi teirra úr Skálafirði vóru 33 undirskriftir sendar landsstýrismanninum í umhvørvismálum mánadagin

Miðvísu mótmælini í sambandi við ætlanirnar í Eysturoynni hjá ravmagns-risanum, SEV, fata nú eisini um Funningsfjørð.


Tað vóru annars fólk í Skálafirði, sum upprunaliga tóku stig til at savna undirskriftir til tess at mótmæla tí, sum verður nevnt 1. partur av Eiði4-ætlanini. Fólkini vilja ikki lata um seg ganga, at SEV í fyrsta umfari fær loyvi at turrleggja Fjarðará. Tey vænta, at SEV hervið, í prinsippinum, fær loyvi at turrleggja alla vestaru síðu av Skálafirði; eins og gjørt er við Funningsfjørð.


Mótmæla á fleiri støðum


Undir innsavningini í bygdunum báðum fingu øll, úr fermingaraldri og eldri, høvi at mótmæla, og sagt verður, at øll ið vóru at hitta skrivaðu undir. Á mótmælisskrivinum úr Skálafirði stóðu 61 nøvn, og funningsfólk megnaðu at savnað 33 undirskriftir.


Longu fríggjadagin í farnu viku varð skrivið úr Skálafirði sent við postinum, og tað úr Funningfirði fór til Havnar mánadagin í hesi vikuni.


Tey bæði mótmælisskrivini eru send á fleiri støð. Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Eyðun Eltør, hevur fingið eitt eintak, eins og landsstýrismaðurin í vinnumálum, Finnbogi Arge. Ovasta leiðsla landsins, løgmaður og løgtingsformaðurin hava somuleiðis fingið mótmælini sendandi.


Umhvørvismál burturav


Dan Reinert Petersen, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum fyrispurning í sambandi við útbyggingarætlaninar, og Finnbogi skal svara hesum fyrispurningi týsdagin. Fólk í Vinnumálastýrinum vænta kortini, at Finnbogi Arge noyðist at vísa málið frá sær og beina tað til landsstýrismannin í umhvørvismálum, Eyðum Eltør. Talan er jú um eitt umhvørvismál, so tað stendur eftirí.


Sosialurin hevur verið í sambandi við fólk úr Funningsfirði og Skálafirði, og fyribils bendir onki á, at tey ætla sær at gevast á hondum?





Mótmælið úr Skálafirði


Mótmælisskriv ímóti útbyggingini hjá SEV í Eysturoy


Bygdarfólkið í Skálafirði fer hervið at mótmæla útbyggingini hjá SEV í Eysturoy, har ætlanin er at taka alt vatnið úr Vesturdalsá við tí fylgju, at Fjarðará kemur at liggja turr. Fyri bygdina er Fjarðará »okkara«, og meta vit tað vera eina skemdargerð ímóti bygdini og fólkinum, sum her býr, um SEV sleppur at taka vatnið úr ánni.



Til Føroya Løgting:


Vit fara at heita á tygum, um at bera so í bandi, at henda ætlan ikki verður framd, náttúruni norðuri millum Fjarða at skaða.


Til Finnboga Arge:


Vit fara at heita á tygum, um at bera so í bandi, at SEV verður steðgað í hesi ætlan.


Til Eyðun Elttør:


Vit fara at heita á tygum, um at bera so í bandi, at hendan ætlan ikki verður framd, náttúruni norðuri millum Fjarða at skaða.


Til Landsstýrið, Anfinn Kalsberg:


Við vón um eina sakliga viðgerð.





Mótmælið úr Funningsfirði


Mótmælisskriv ímóti útbyggingini hjá SEV í Eysturoynni


Bygdarfólkið í Funningsfirði fer hervið at mótmæla útbyggingini hjá SEV í Eysturoy.


Í løtuni er SEV í ferð við at taka allar áirnar inn eftir vestara armi av Funningsfirði og inn til Barkhellu, sum tann loyvda Eiði-3 verkætlanin fevnir um.


Vit meta, at hendan útbyggingin kemur at hava so mikið stór árin á okkara nærumhvørvið, at vit undir ongum umstøðum kunnu góðtaka, at teir fáa loyvi at taka nakra á afturat, í heilatikið. Serliga ikki Vesturdalsá, og harvið Fjarðará, sum vit meta vera eina serliga týdningarmikla á fyri okkara heimbygd.


Vit, sum búgva í Funningsfirði, vilja gera vart við, at vit mugu metast at vera tey, sum ávirkast mest av hesi verkætlan, og áttu vit tí at verðið eftirspurd, áðrenn farið varð undir at gera hetta arbeiðið. Soleiðis høvdu vit havt møguleika at mótmælt áðrenn farið varð undir hesa skemdargerð ímóti okkum og náttúruni her á leiðini.


Hetta hevði eisini verið í tráð við tað, sum Føroyar hava bundið seg til at halda í norrøna millumlanda sáttmálanum (Den Nordiske Miljøstrattegi 1996-2000).


(sitat úr seinasta reglubrotinum í stk. 3.3 í sáttmálanum)

»Forvaltningen og planlægningen af landskabet må tage udgangspunkt i miljøkonsekvens-vurderinger og en udbygget folkelig deltagelse«

(sitat endað)


Vit stúra fyri teimum fylgjum, tað fer at hava fyri fjørðin, og fyri okkara nærumhvørvið annars.


Vit fara at heita á tykkum um, at bera so i bandi, at SEV verður steðgað í hesi ætlan.