Sev mist einkarrættin til alt vatn í Føroyum

Sev sleppur at halda fram at brúka vatn, men nú skulu eisini onnur sleppa framat

 

Nú hevur elfelagið Sev, fingið nýtt loyvi at brúka vatn til at gera streym við.

 

Tað boðar umhvørvismálaráðið frá í morgum.

 

Men Sev hevur ikki longur einkarrætt til at brúka vatni til at gera streym við, tí nú skal tað eisini bera til hjá øðrum at sleppa fram at. Men tað skal kortini vera við fyriliti fyri tí virksemi, SEV hevur.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, sigur, at nýggju loyvini eru galdandi í 20 ár. Men hesa ferð eru loyvini avmarkað í vídd, so at tey fevna um tey øki, Sev fær vatn frá nú til tey vatnverk, tey hava. Sostatt fevnir nýggja loyvi ikki um heilar oyggjar.

 

Ein annar munur er, at tað nú kann landsstýriskvinnan eisini loyva øðrum at sleppa at brúka vatnið í somu økjum, Sev fær vatn úr, men tað skal vera við fyriliti fyri virkseminum hjá Sev.

 

Á hendan hátt eru loyvini ein javnvág ímillum at geva Sev tryggar karmar, og at myndugleikin varðveitir ræðisrættin yvir vatni, sum ikki verður brúkt.

 

Ein fyritreyt fyri nýggju loyvunum er, at Sev hevur framleiðsluloyvi til tey verk, ið skulu brúka vatnið, sum loyvi nú verða latin til. Tað skal vera eftir elveitingarlógini og loyvini, Sev hevur, eru til 2019.

 

Sirið Stenberg sigur, at við nýggju loyvunum kann Sev halda fram við sínum virksemi.

– Tað er umráðandi, at ein so týðandi grundarsteinur undir samfelagsvirkseminum, sum elframleiðsla er, hevur so tryggar karmar, sum til ber, sigur hon.

 

 

Men fær onkur annar loyvi at framleiða streym, skal tað eisini bera til at geva teimum loyvi at fáa vatn til tað, leggur hon afturat.