SEV setti met í oktobur

Tey eru øgiliga spent uppá, hvussu restin av árinum fer at hilnast

SEV hevur ongantíð gjørt so nógva grøna orku, sum nú í oktobur í ár. Tað sigur elfelagið í tíðindaskrivi í dag. Tey siga, at serliga hevur Suðuroyggin verið grøn, tí í oktober var 84 prosent av allari orkni, grøn orka.

 

Men tað hevur eisini hilnast væl í meginøkinum í oktober tí heili 71 prosent vóru varandi orka og 29 prosent av streyminum vóru frá oljuverkum. Tað merkir, at nøkur og 40 prosent av streyminum vóru úr vatni og nøkur og 20 prosent vóru úr vindi.

 

Higartil í ár eru 49 prosent av streymonum úr varandi orkukeldum og tað er væl meiri enn um sama mundi í fjør, tí tá vóru 35 prosent úr varandi orkukeldum. Í 12 samdøgur komu yvir 80 prosent av streyminum frá varandi orkukeldum.

 

Vøksturin í grønu framleiðsluni higartil í ár stavar partvís frá vindmyllum, men serliga hevur vatnorkan hilnast væl í ár.  

 

Vatnorkan hevur nevniliga ongantíð verið so stór sum í ár. Í 2015, sum higartil er metár fyri vatnorku, vóru 99,5 GWt av streyminum úr vatnorku tann 31. oktobur. Higartil í ár hava vatnorkuverkini hjá SEV gjørt 103 GWt, sum eru 40 prosent meiri enn í fjør.

 

Higartil í ár hava nýggju vindmyllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti økt um vindorkuna góð 16 GWt. Men tað hevur eisini hilnast betur hjá vindorkuni hjá SEV. Húsahagi hevur higartil gjørt 25,2 GWt, og Neshagi hevur gjørt 9 GWt. Í sama tíðarskeiði í fjør fingust ávikavist 23,5 og 8 GWt úr Húsahaga og úr Neshaga.

 

Nýtslan er framvegis vaksandi. Í oktober var nýtslan 0,6 prosent størri enn í oktober í fjør. Higartil í ár hevur nýtslan verið 2,44 prosent enn hon var um somu tíð í fjør, og í oktobur í ár var nýtslan 3,8 prosent størri enn í oktobur í fjør.

 

Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðslu, sigur, at tey eru sera spent uppá, hvussu restin av árinum fer at hilnast, og hvussu orkubýtið verður við ársenda. Tey vóna, at tá ið árið er farið, hevur yvir 50 prosent av streyminum verið úr varandi orku, kanska eini 55 prosent.